- Eg eri heilt ómetaliga glaður

- Hesi árini, vit hava verið uttanfyri, hava vit ongan politiskan stuðul fingið, og flokkurin hevur mist adressurnar í Løgtinginum og á Gamla Apoteki. Nú verður alt øðrvísi, sigur Sámal Petur í Grund

 

Tað var ein ómetaliga glaður, Sámal Petur í Grund, sum vit høvdu í telefonini í morgun - dagin eftir, at Sjálvstýrið á løgtingsvalinum í gjár aftur tryggjaði sær sess á Føroya løgtingi.

 

- Eg ivaðist í, um eg fór at sovna í nátt, men tað gjørdi eg. Hinvegin vaknaði eg fleiri ferðir gjøgnum náttina, sigur maðurin, sum á valinum í gjár varð valdur við 551 persónligum atkvøðum.

 

Og hann leggur aftrat:

 

- Jú, eg eri heilt ómetaliga glaður fyri, at Sjálvstýrið aftur hevur umboð á løgtingi. Fólk hava ringt, og eg havi fingið nógv boð á messenger. Eg haldi, at mong eru glað fyri, at vit aftur eru innanfyri.

 

Tað er eingin loyna, at Sámal Petur í Grund hevur drúgvar røtur í Sjálvstýrinum, har hann bæði hevur umboðað flokkin á løgtingi og í landsstýri í tveimum umførum.

 

- Pápi mín, Martin í Grund, stillaði upp fyri flokkin fleiri ferðir, og tað havi eg eisini gjørt. Pápi var okkurt skifti á tingi sum eykamaður fyri Frederik Olsen í Rituvík.

 

Sámal Petur í Grund vísir á, at mamma hansara, Maria, var úr Dali, og pápi hennara og abbi Sámal Petur var eisini sjálvstýrismaður.

 

- So, tú kanst ætla, at tað hevur stóran týdning, at flokkurin nú aftur er umboðaður. Tað vildi verið ógvuliga keðiligt, um flokkurin doyði burtur við mær sum formanni.

 

Tí er Sámal Petur í Grund eisini ein ómetaliga glaður maður í dag, men hann ásannar, at tað hevur verið stríggið at vunnið sessin aftur, og tey eru mong, sum hava gjørt eitt stórt og sjálvboðið arbeiði.

 

- Hesi árini, vit hava verið uttanfyri, hava vit ongan politiskan stuðul fingið, og flokkurin hevur mist adressurnar bæði í Løgtinginum og á Gamla Apoteki. Nú verður alt øðrvísi.

 

Sámal Petur í Grund væntar, at tað nú verður lættari at varðveita flokkin innan fyri tingsins gátt, enn tað hevur verið at vunnið upp land aftur.

 

- Nú landsstýrissamráðingar standa fyri durum, vóna vit sjálvsagt, at vit koma í eina samgongu, og vit eru opin fyri øllum møguleikum, sigur hann.

 

##med2##

 

Næst á listanum hjá Sjálvstýri á løgtingsvalinum í gjár var Sylvia Thomsen, býráðslimur í Klaksvíkar kommunu, sum fekk 249 persónligar atkvøður.

 

Hini á listanum vóru: Pól Arni Holm (112), Birgar Larsen (70), Jóhan M. Stenberg (56), Andrias Jacobsen (41), Rúni Jacobsen (40), Randi Meitil (29), Claus í Grund (18) og Jógvan Hovshólm (16).

 

 

 

 

 

Sylvia Thomsen fekk 249 persónligar atkvøður