-Sjálvt um eg skori einasta málið í dystinum, so eri eg ikki “match-vinnari”. Vit vunnu steypafinaluna sum eitt lið, og ikki sum einstaklingar, segði ein lítillátin Sorin Anghel eftir dystin.
Sorin Anghel metti ikki at tað var stórur munur á liðunum, men at royndirnar komu sundalagsmonnum til góðar í steypafinaluni. Hetta var fjórða steypafinalan hjá EB/Streymi, og sambært Sorin vóru tað hesar royndir, sum gjørdu útslagið.
-ÍF spældi væl, meðan vit ikki rættuliga fingu glið á okkara spæl. Men tá alt kemur til alt, so vinna vit 1-0, og tað er tað sum hevur týdning, segði málskjúttin hjá sundalagsmonnum.
Sundalagsmenn taptu steypafinaluna í fjør, tá Víkingur vann 3-2, og sambært Sorin Anghel hevur eisini nógv verið tosað í sundalagnum um finalutapið í fjør.
-Vit tosaðu nógv um tapið í steypafinaluni í fjør, og vildu fyri alt í verðini ikki standa í somu støðu aftur í ár. Tað ráddi um hjá okkum at standa væl sum lið, og stríðast fyri hvørjum øðrum, og tað eydnaðist væl, segði ein sera fegin Sorin Anghel at enda.