? Fyri meg er tað av størri týdningi, at Heðin Mortensen skrivar undir uppá, at hann ikki hevur havt grundarlag fyri at samanbera við við Peter Brixtofte og siga, at eg hevði rikið kommununa eftir einum slíkum leisti. Har eri eg reinsaður, sigur Leivur Hansen.
Hann vísir á eina grein í Dimmalætting, har Beate L. Samuelsen hevur skrivað, at Heðin Mortensen hevur kallað Leiv Hansen fyri Peter Brixtofte, og hvar Heðin hevur sagt, at fleiri skjøl í sambandi við Tórsvøll eru horvin.
? Hvør hevur skilt hvønn rætt, veit eg ikki, men tað vísir so, at Beate hevur skilt Heðin á sama hátt sum eg.
? Eg eri bara glaður fyri úrslitið, tí eg havi ikki verið úti eftir nøkrum øðrum enn hesum, sigur Leivur Hansen.
Báðir partarnir skiltust aftaná rættarfundin í sátt og semju, og bæði Heðin og Leivur vildu vera við, at teir framvegis eru vinir, og málið er longu gloymt.