- Eg eri takksom

Tað er torført at ímynda sær, hvussu tilveran hjá 21 ára gomlu Estera Apreutesei úr Rumenia hevði verið, um hon og familjan ikki fingu hjálp úr Føroyum. – Uttan føroysku hjálpina hevði eg kanska ikki verið her í dag. Eg kann als ikki lýsa við orðum, hvussu takksom eg eri. Tað sigur Esteria Apreutesei, sum í hesum døgum vitjar fyri fyrstu ferð í Føroyum

Hvørt ár fara føroyingar til Rumenia at hjálpa teimum, sum eru illa stødd. Tey fátækastu í Rumenia hava ongan mat, ongi klæðir og hava ikki ráð til heilivág, tá teimum tørvar tað.
Tann í dag 21 ára gamla Estera, sum býr í romenska býnum Urinicani, er úr einum av teimum mongu fátæku familjunum í Rumenia. Líka síðani 1993 hava føroyingar, sum eru farnir til Rumenia við klæðum, mati og aðrari hjálp, stuðlað Estera, mammu hennara og teimum sjey systkjunum, hon hevur.
- Hjálpin úr Føroyum hevur havt eina ótrúliga ávirkan á okkum. Bæði andaliga og fíggjarliga. Tað er ikki víst, at eg hevði sitið her í dag, um ikki føroyingarnir høvdu veitt okkum hjálp, sigur Estera, sum dugir nakað av enskum máli. Tað er eisini á enskum, at hon greiðir frá síni søgu.

Áttu ongar pengar
Fyrstu ferð Estera og hennara familja fingu hjálp frá føroyingum var í 1993, tá Estera einans var átta mánaðir gomul. Um tað mundið var fíggjarstøðan hjá romensku familjuni alt annað enn góð.
- Vit høvdu bara eina inntøku, tí mamma bleiv einkja, tá eg var tríggjar mánaðir. Vit búðu í somu íbúð, sum vit búgva í í dag, men vit høvdu ikki ráð til at hava nakað stórvegis inni í íbúðini, sigur Estera og heldur fram:
- Nú, tá eg hyggi aftur á ta tíðina, dugi eg at síggja, júst hvussu fátøk vit hava verið. Onkuntíð hevði mamma ikki pengar til mat, greiðir Estera frá.
Heldur ikki rakk pengapungurin til heilivág og læknahjálp tá. Tí var tað ein torfør støða, sum mamma Estera var í, tá lítla dóttirin bleiv innløgd á sjúkrahúsið við ógvusligum bruna í øðrum oyranum.
- Eg havi fingið fortalt, at mamma var í dýrastu neyð á sjúkrahúsinum, har eg var innløgd, tí hon hevði ikki ráð til at rinda fyri viðgerðina, sum eg fekk á sjúkrahúsinum. Men tá komu tveir føroyskir menn, sum hava stuðlða og hjálpt okkum øll hesi árini, og góvu mammu pengar, soleiðis at til bar at gjalda fyri viðgerðina á sjúkrahúsinum, fortelur Estera.
At standa einsamøll við átta børnum, onga fasta inntøku hava og alskyns trupulleikar, ið standast av tí, var gerandisdagur fyri mammu Estera. Mamman var í svárari neyð og ynskti ikki, at børnini skuldu liva í slíkum fátøkradømi.
- Einaferð var hon so illa fyri av støðuni, at hon umhugsaði at gera av við seg. Á tann hátt var staturin sostatt noyddur til at taka sær av okkum systkjunum. Men um somu tíð var tað, at føroyingarnir byrjaðu at koma til okkara og hjálpa. So tú kanst siga, at hjálpin úr Føroyum bjargaði eisini mammu.
Fáa klæðir og mat
Tvær ferðir um árið fer ein bussur úr Føroyum til Rumenia við klæðum og brúkslutum, sum tey, ið eru illa stødd har á leiðini, hava tørv á. Somuleiðis fáa fátøku íbúgvarnir pengar til mat og heilivág. Hóast heilivágur er ógvuliga bíligur í Rumenia samanborið við Føroyar, ber ikki til hjá teimum fátækastu at keypa tann heilivágin, tey hava fyri neyðini.
- Vanligur heilivágur so sum penicillin kostar eini 12 krónur, og tað er ikki nógv fyri tykkum í Føroyum. Men fyri tey fátøku í Rumenia er torført at finna hasar 12 krónurnar, sigur Estera.
Umframt mat, klæðir og pengar fortelur Esteria, at føroyingarnir eisini gera nógv burtur úr andaligum arbeiði, har hon og familja hennara búgva.
- Føroyingarnir hava til dømis stovnað skúlar og byggt samkomur. Meðan teir eru í býnum, plagar teir at skipa fyri møtum og eru eisini at síggja á gøtunum millum fólkið, har teir býta út traktatir, fortelur Estera.
Hon býr heima í íbúðini saman við 52 ára gomlu mammuni og 21 ára gamla beiggjanum. Hini systkini búgva aðrastaðni.
- Vit hava ikki so nógv, men vit klára okkum , sigur Estera og hugsar um, hvussu tað hevði verið, um so var, at tey ikki vóru so heppin fyri 20 árum síðani, tá bussurin úr Føroyum steðgaði tætt við hjá teimum.
- Uttan føroysku hjálpina hevði kanska ikki verið her í dag. Eg kann als ikki lýsa við orðum, hvussu takksom eg eri. Kanska var eg endað á einum barnaheimið og ongan góðan havt, tí sum sagt, so var mamma nær við at geva skarvin yvir orsakað av truplu støðuni, hon var í.

Ógloymandi ferð til Føroya
Herfyri fekk 21 ára gamla Estera møguleika at koma til Føroya at vitja tey fólkini, sum øll hesi árini hava verið í Rumenia og hjálpt teimum.
- Tá føroyski hjálparbussurin, sum var hjá okkum í mai mánaði, skuldi aftur til Føroya, bleiv eg boðin at koma við og uppliva Føroyar. Eg helt, at tað kundi verið stuttligt at heilsa upp á tey fólkini, sum hava verið í Rumenia við hjálp, og teirra familjur. Tískil var eg ikki sein at takka fyri innbjóðingina, sigur Estera.
Túrurin til Føroya var ein ógloymandi uppliving fyri romensku gentuna, tí hon hevur ongantíð ferðast áður. Á túrinum upplivdi hon ymsikt, hon ongantíð áður hevur hoyrt um.
- Á ferðini til Føroya royndi eg fyri fyrstu ferð at vera í einum elevatori. Tað var á einum gistingarhúsi, sum vit búðu á ta einu náttina. Eg var í dýrastu neyð, tí eg ánaði ikki, hvat eg skuldi gera, og eg haldi, at eg helt øgiliga fast um eitt hondtak í elevatorinum, tá hann var á veg niðureftir, greiðir Estera frá.
Heldur ikki er hon von við sjógv og skip, sum hon slapp at uppliva fyri fyrstu ferð í Hanstholm í Danmark, tá tey skuldu ferðast seinasta teinin til Føroya við Norrønu.
- Eg var púra ovfarin og eri tað framvegis. Tað var løgið at ganga umborð á einum so stórum skipi og samstundis kunna síggja havið. Tað havi eg ongantíð roynt áður.

Øll tosa um alt
Estera hevur nú verið í Føroyum í skjótt tvær vikur, har hon hevur búð hjá teimum, sum plaga at vera í Rumenia við hjálparbussinum.
Hon heldur, at tað eru nógv ting, um eru annarleiðis í Føroyum enn í Rumenia. Serliga hvussu vit eru av lyndi.
- Tit tosa øll rættiliga nógv og fortelja eisini um so at siga alt. Har, sum eg komi frá, eru fólk ikki so opin. Her verður tú spurd um alt møguligt, og tað er eitt sindur løgið fyri mær, tí í Rumenia er ikki so vanligt at práta við fólk, tú ikki kenni so væl, um familju, hvussu tú hevur tað og so framvegis. Men tað gera tit her, sigur Estera og hevur hug at flenna.
Matinum, sum hon fær, hesar vikurnar hon er í Føroyum, letur hon væl at, hóast henni dámar okkurt betri enn okkurt annað.
- Tit eta ótrúliga lekkran mat, og harafturat er altíð nóg mikið av mati. Tú kanst eta so nógv tú hevur hug til, tí tað er, sum at maturin ongantíð verður uppi, fortelur Estera og heldur fram:
- Eg havi roynt okkurt av tí føroyska matinum. Serliga væl dámar mær fiskin, sum tit eta her. Grind havi eg eisini roynt, men tað dámar mær eisini væl, sigur Estera og hevur hug at snerkja eitt sindur, ímeðan hon greiðir frá.
Hesar vikurnar, hon er í Føroyum, vitjar hon familjur og vinir, sum hon hevur lært at kenna, tá føroyingar hava verið í Rumenia við hjálp.
- Eg tími einki serliga væl avstað aftur, tí her er gott at vera. Men eg hevði nokk heldur ikki viljað búsett meg her beint nú, tí eg havi nógv ymiskt, sum eg vil sleppa at uppliva úti í heimi áðrenn tað, sigur ein bjartskygd Estera.
Tað næsta, sum hendir, tá ferðin í Føroyum á hesum sinni endar seinast í mánaðinum, er, at Estera fer til Onglands at vera au pair genta.
- Men eg ivist onga løtu í, at eg vendi aftur til Føroya at vitja. Tað er føroyingunum at takka, at eg eri komin so langt, sum eg eri í dag.