Eg eri treisk

Hon er snarsint, treisk og ræðist ikki at tala at við stórum bókstavum. Árini sum elitusvimjari koma henni til góðar í politiska starvinum. Hon treivst illa í danska snobbaumhvørvinum, og heldur at sambandshugsanin er beinleiðis skaðilig fyri føroyska samfelagið. Sosialurin fer afturum kvinnuliga stjørnuskotið í Fólkaflokkinum, Anniku Olsen

- Eg eri ikki borin á lógvum. Yvirhøvur ikki. Mítt treiska lyndi hevur lært meg, at tú skal ongantíð geva upp. Tú noyðist at stríðast fyri at vinna teg fram sum politikari. Tað kemur ikki av sær sjálvum. Tað er ongantíð stuttligt, tá fólk traðka á teg og finnast at tær í almenna kjakrúminum, men hevur tú hjartað á røttum stað, kanst tú røkka langt.
Soleiðis tekur Annika Olsen til, tá hon verður biðin um at lýsa síni fyrstu ár sum landspolitikari og landsstýriskvinna. Trý ár eftir løgtingsvalið í 2008 er 35 ára gamla vágskvinnan millum mest eyðsýndu politikarnar í Fólkaflokkinum. Virðingin fyri hennara dirvi og politiska arbeiði er so stór, at hon verður av fleiri mett at verða næsti ovastin í flokkinum.
Bersøgna vágskvinnan var bjartasta stjørnuskotið á politiska hválvinum, tá hon varð nummar fýra á listanum hjá Fólkaflokkinum á løgtingsvalinum í 2008. Ikki færri enn 521 atkvøður fullu í hennara lut.
Hon fór langan umveg, tá hon steig fyrstu fetini inn í politiska heimin. Hóast hon er uppvaksin í Vági, bjóðaði hon seg fram í Suðurstreymoyar valdømi, tá Føroyar vórðu skipaðar í sjey politisk valdømi. Hon varð eykavald á valunum í 2002 og 2004, umframt at hon sat í býráðnum í Havn. Tá føroyingar settu sín kross á løgtingsvalinum í 2008, var undirtøka fyri henni so stór, at hon var eitt upplagt boð at fáa ein landsstýrisess. Sessin fekk hon í september sama ár.
Tað hevur gingið við rúkandi ferð hjá Anniku Olsen. Hennara politiska yrkisleið hevur fingið luft undir veingirnar, men hon hevur ikki mist fótafestið. Hon er lítið sinna at gera nevnivert burtur úr sínum úrslitum. Lívið sum politikari er upp á lænta tíð, og eingin dugir at siga, hvussu dagurin í morgin fer at laga seg.
- ‘Be nice to people on your way up, because you may meet them on your way down,’ sigur eitt enskt orðatak. Tað liggur mær nær. Tað tænir ongum endamáli at vera forelskað í valdinum. Eingin kann siga, um eg havi sama vald í morgin. Eg veit, at eg skal geva valdið víðari einaferð. Tú skal ongantíð gloyma, hvaðani tú kemur, tí tað er ein samanseting av óteljandi nógvum hendingum, sum førka teg hagar, tú fer. Eg royni at vera sami persónur, sama um eg havi vald ella ikki, sigur Annika Olsen.

Væl mælt
Tað var Óli Breckmann, táverandi formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, sum ringdi til Anniku Olsen og spurdi, um hon hevði hug at bjóða seg fram til løgtingsvalið í 2002. Hon var á landsfundi hjá flokkinum, og konservativi ideologurin í Fólkaflokkinum visti, at hon var útbúgvin og hevði góðan aldur til at royna seg fyri fyrstu ferð. Annika var tá 27 ár.
Breckmann kennir fólkið, hon er av. Hann hevur samstarvað við pápan, Jákup Olsen, í nógv ár uttan- og innantings. Pápi Anniku sat í býráðnum í Vági í 20 ár, umframt at hann sat fýra ár á tingi fyri Kristliga Fólkaflokkin frá 1994 til 1998.
Óli heldur, at tey eru bragdlig fólk, væl mælt og duga at føra seg fram. Tað kemur væl við, tá tað ræður um at fáa undirtøku og atkvøður.
- Sum formaður í tingbólkinum stríddist eg nógv við at finna skikkað valevni. Tað lá, og kanska liggur, serligt trýst á Fólkaflokkinum at fáa kvinnur at stilla upp. Tá ein kvinna kemur á landsfund, hevur hon stóran áhuga fyri floksins lívsvirðum, og at tann føroyski búskapurin veksur, so hann framleiðir meira vælferð vinnuliga, privat og alment. Hvør Tummas og Hanus kann fara upp á ein pall at rópa um loysing, javnað og samband. Til tess krevst hvørki politiskt vit ella skil, men bara kenslur. Hvør Samulina og Trina kann rættvísgera sínar politisku albogar við at flagga alment við sínum ‘móður-teresu’ kompleksi. Men til at fata, hvørjar siðbundnar og politiskar grundreglur gera Føroyar til eina kapitalistiska smørkullu sammett við heimsins mongu sosialistisku pesthol krevur frílynt fólk við sterkum hjarta og vanligum viti og skili, sigur Óli Breckmann og vísir á, at hansara roynd at fáa Anniku at stilla upp gav flokkinum sum fyrsta úrslit, at tað eydnaðist henni at koma inn í Tórshavnar býráð.

Elitusvimjari
Lítli svimjihylurin í skúlanum í Vági var fyri tað mesta karmur um ungdómsárini hjá Anniku. Umframt at spæla fiól, var hon millum fremstu svimjararnar í landinum í sínum árgangi. Hon fór málrættað og einsamøll í kalda hylin klokkan fimm hvønn morgun at venja fyri skúlatíð. Svimjifelagið kundi ikki útvega henni ein venjara, og tí ráddi hon yvir sær sjálvari. Hon vandi eisini seinnapart og aftur um kvøldið. Hon svam gott og væl fimm tímar hvønn dag.
Stórasysturin Elsa Maria Holm Olsen, stjóri í Rúsuni, er 10 ár eldri enn Annika. Hon vísir á, at lítlasysturin røkkur altíð sínum málum.
- Annika hevur fingið nógv gott heimanifrá. Hennara kappingarlyndi er genetiskt og sosialt, og tað er ment og styrkt við árunum. Hon er uppald við at vera málrættað, sjálvstøðug og hava høgar ambitiónir. Ikki við atliti at status, men høgum morali, framburðssinni og fakligheit. Hon er perfektionist. Tekur hon eina uppgávu á seg, greiðir hon avbjóðingina til lýtar. Hon er fokuserað og málrættað, og fer ongantíð, har garðurin er lægstur, sigur Elsa Maria Holm Olsen.
Lívið hjá Anniku hevur altíð verið skipað og sett í tímatalvu. Hon viðgongur, at tað eru fyrimunir og vansar við ikki at hava fríar teymar. Vinkonurnar vóru stundum skúgvaðar til viks, tí hon skuldi venja og fyrireika seg til næsta skúladagin. Hinvegin lærdi hon at venja fram móti einum máli, sum er fleiri ár burtur, og halda fram við at hava fokus. Tað er ein rúgva av royndum og lærdómi, sum hon kann brúka í dag. Torføra kabalin at fáa áhugamálini at hanga saman sum ein eind, gekk nøkunlunda.
Annika strembaði eftir oddinum og tað gav úrslit. Frá 1988 til 1995 var hon partur av føroyska svimjilandsliðnum, sum stóð seg væl á Oyggjaleikum.
Kristina Háfoss, fyrrverandi løgtingskvinna og landsstýriskvinna fyri Tjóðveldi, var eisini á svimjilandsliðnum hesi árini. Kristina vísir á, at hon og Annika vóru sera góðar vinkonur, hóast tær vóru kappingarneytar í hylinum.
Kristina lýsir Anniku sum ídna, málrættaða og arbeiðssama. Hon legði nógva tíð og orku í venjingina, og tók ítróttin í stórum álvara.
- Hon gjørdi meira enn tey flestu við svimjingina. Hon var í Danmark í eina tíð, har hon hevði góðar umstøður at venja. Úrslitini vóru góð, bæði í føroyskum høpi og á Oyggjaleikum. Hon hevði uttan iva rokki longri, hevði hon hildið fram. Tað kann eg bara spáa um. Eg vóni, at Annika gleðist um síni úrslit, heldur enn harmast um tað, hon ikki rakk, sigur Kristina Háfoss.
Annika flutti til Danmarkar 15 ára gomul. Hon gekk í studentaskúla í Odense. Hon treivst ikki serliga væl í danska snobbaumhvørvinum við forkelaðum yvirklassa børnum, sum vóru frá sær sjálvum, fingu tey ikki ein bil í føðingardagsgávu frá foreldrunum. Henni longdist heim til Føroya, men tað vendist ikki aftur.
Annika gavst at svimja í 1995, tá hon fór undir hægri lestur. Tíðin rakk ikki til at halda fram. Hon var cand. mag. í norðurlendskum bókmentum og málum sum høvuðsgrein, og átrúnað sum síðugrein, tá hon fór heim aftur til Føroya í 2001.
Kristina Háfoss fór, eins og Annika Olsen, upp í politikk. Hon letur ongan iva vera um, at eginleikarnir, tú ognar tær sum ítróttarfólk, kunnu brúkast aftur í tínum lívi og tíni yrkisleið.
- Til dømis at seta sær mál, leggja ætlanir, arbeiða miðvíst fyri at røkka tí, eftirmeta og annað. Lívið sum elituítróttarfólk lærir teg nógv um teg sjálvan, og tú verður ein sterkari persónur. Tað er nakað, sum kemur væl við í politikki og í lívinum annars. Annika er grundleggjandi tann sama í dag sum tá. So hvørt vit verða eldri, mennast vit sum menniskju. Annika hevur síðan hon svam, nomið sær útbúgving, størri samfelagsinnlit, stovnað familju og fingið fleiri lívsroyndir. Tað er alt nakað, sum ger hana betur føra fyri at røkja sítt starv, sigur Kristina Háfoss.
Tað kom óvart á Elsu Mariu, at lítlasysturin fór upp í politikk. Tey vuksu upp í einum politiskum heimi, men hon hevði ikki væntað, at Annika fór sama veg sum pápin.
- Eg væntaði, at Martin Karl, bróður okkara, var tann, sum fór at lyfta politiska arvin í familjuni. Hinvegin hevur Annika altíð verið væl umtókt, og tað er stórur eginleiki hjá einum politikara. Hon er sjarmerandi og lætt at tosa við. Sum smágenta fór hon at argumentera fyri sínum sjónarmiðum. Hon var altíð til reiðar at kjakast. Tað er kanska ikki so undarligt hóast alt, at Annika fór politiska vegin, sigur stórasysturin.

Heimsmeistarar í ósemjum
Politikkur fekk stóra rúmd í barnaheiminum hjá Anniku Olsen. Pápin, sum upprunaliga var tjóðveldismaður, gjørdi manngarð um liberalu sjónarmiðini við døgurðaborðið, og umhvørvið ávirkaði gentuna, sum skjótt var við í politiska kjakinum.
Annika leggur doyin á, at hóast liberala útgangsstøðið, er ikki sagt, at hon er ikki sosial. Hon er sannførd um, at samfelagið skal hava ábyrgd av teimum, sum koma illa fyri, og øll, høg sum lág, hava sama virði. Sosiala medvitið endurspeglast í hennara hugsan um samkynd, fólk við øðrum etniskum uppruna, brekað og øðrum. Fyri Anniku er umráðandi at vísa minnilutabólkum virðing og tolsemi og vísa í verki, at okkara samfelag hvílir á frælsi hins einstaka. Tá tað snýr seg um vinnulívið er ein treyt at geva vinnulívinum fríar karmar at virka og kappast undir, og ikki minst er grundhugsjónin hjá henni, at Føroyar skulu verða sjálvstøðugar.
Annika heldur, at sambandskósin ber brá av einum oyggjasamfelag, sum billar sær inn, at eingin dugir nakað sum helst. Tað er beinleiðis skaðiligt, um tú verður uppald við hugburðinum, at tú kann ikki standa á egnum beinum.
Spurningurin um ríkisfelagsskapin er hinvegin ein meinbogi fyri at reka skilagóðan politikk. Besta dømið er, sambært henni, føroyski leikluturin á danska fólkatingi. Tjóðveldi og Sambandsflokkurin umboða politisku ósemjuna í Føroyum, heldur hon.
- Vit eru heimsmeistarar í at fara í tvíningar. Tað er torført at taka politiskar avgerðir, tá tað oftast eru eins nógv fyri sum ímóti. Úrslitið er drúgt kegl og eingin niðurstøða. Føroyskir politikkarar draga sjáldan eina línu, og tú veitst ikki, hvørja kós, vit skulu halda, sigur Annika.
Landsstýriskvinnan heldur eisini, at tað er inngrógvið í føroyinginum, at tú hugsar ikki longri enn ein dag í senn. Hon saknar visjónirnar, sum høvdu lyft føroyskan politikk á eitt hægri stig. Hon ger seg ikki til talskvinnu fyri stórar verkætlanir, men hon roynir at seta sær langtíðar mál. Dømi er veðurlagspolitikkurin, sum snýr seg um at minka útlátið av vakstrarhúsgassi. Hon heldur, tað var hugaligt, at landsstýrið og løgtingið tóku undir og settu sær langtíðarmál á økinum.
Óla Breckmann vísir á, Annika loysti á ein hátt hann av á tingi. Í so máta riggaði fyrsta uppringingin, sum hon skuldi. Afturfyri hava tey ikki samstarvað nóg mikið til, at hann kann geva eina neyva lýsing av hennara politiska arbeiðslagi. Men okkurt liggur tó fast, sigur Óli.
- Annika hevur góðar fyritreytir. Hon er gløgg, ágrýtin, málvís, myndug, myndalig, ung av aldri og útbúgving til at fara undir eina politiska starvsleið. Hon hevur mann, børn og ein tryggan heimafront. Tað telur nógv. Hon ber orð fyri at melda aftur, tá hon hevur fingið eina áheitan frá veljara at kanna eitt mál ella arbeiða fyri tí. Tíðindafólk eru enn góð við hana, so hon tykist sterk í miðlunum og klárar at skapa álit millum manna. Men hon er ung og kanska ótolin. Tá skal tað jú ganga skjótt. Hon er stundum skjótari úti alment við síni politisku hugsan og ætlan, enn ein taktiskt telvandi flokkur tolir. Tað er altíð tungt, men neyðugt, at fáa øll sjónarmið sjóvað saman, sigur Óli Breckmann.
Tað er ført fram, at Annika Olsen fær ikki stórvegis undirtøku í flokkinum fyri sínum liberalu sjónarmiðum. Tað eru gitingar, sum hon tekur frástøðu frá. Ósemjurnar í Fólkaflokkinum eru ikki størri enn í øðrum flokkum, sigur hon.

Kann koma langt
Tað var rok í Fólkaflokkinum í vetur, tá Poul Michelsen veittraði flokkinum, hann umboðaði í gott og væl 40 ár, farvæl. Hann helt, at grundvirðini vórðu ikki vird í flokkinum longur. Annika Olsen, sum saman við Poul Michelsen verður mett at hoyra til liberala vongin í Fólkaflokkinum, vísti eisini alment á sína ónøgd við kósina hjá Fólkaflokkinum. Hon helt fyri á landsfundinum, at flokkurin skal finna sín liberala samleika aftur.
Bersøgna útsøgnin reisti spurningin, um hon er før fyri at klintra heilt upp á tindin í Fólkaflokkinum. Men álitisváttanin er ikki nakað, hon hugsar stórvegis um.
- Nei, als ikki. Eg hugsi bara um røkja mítt verandi arbeiði so væl sum tilber. Men sjálvsagt, ynskir Jørgen Niclasen ikki at halda fram sum formaður, og tað verður heitt á meg at stilla upp, so hugsi eg um tað, sigur hon, og leggur afturat, at hon hevur hvørki hugsað um ella fingið boðið pláss í einum møguligum flokki, sum leysasøgur siga, Poul Michelsen fer at stovna.
Óli Breckmann vísir á, at spælir Annika síni kort væl, hevur hon fleiri fortreytir at røkka formansessinum í Fólkaflokkinum. Men so má hon sjálv vilja tað og ofra seg. Hon hevur verið uppi í politikki í 10 ár, og sostatt eitt politiskt ættarlið og tvey ella trý valskeið yngri enn Jørgen Niclasen, men hon tykist hava eginleikan at savna nógvar atkvøður í Havn og kring landið.
- Men fyri at røkka langt má ein politikari skapa álit innan- sum uttanfloks, vera viðeirilig og søkja semjur, vísa virðing fyri øðrum hugsanum enn sínum egnu. Politiskt virksemi gevur royndir og búnaskap. Politiskt støðufesti og persónligt álit, umframt tann íborna og við búnaskapi ‘rættvísandi kumpassin’, eru treytir fyri, at ein flokkur og samgonga, stuðlar og savnast um ein persón sum leiðara.
Annika hevur bjørt útlit, og tað hevði verið ein gleði, um hon hevur tol, treysti og serliga vísdóm til at spæla síni góðu kort so væl, at hon røkkur longst hugsandi í politikki. Flokkurin gav henni sera góða rúmd í valstríðnum 2008. Tað eydnaðist. Hon varð vald. Tað fegnist eg um, hóast hon tók mín sess í Suðurstreymi. Í politikki er tað ofta ‘beauty before age’, og ikki øvugt. Lívsins gongd. Eg ynski Anniku góða eydnu í strembanini ‘fram- og uppeftir’, sigur Óli Breckmann.