Samrøða??
Eg royni at njóta henda síðsta túrin suður um Hovstúgvu, eitt sindur torført, tá tær hóvar so illa at koyra. Næstu ferð verður gjøgnum bergholið! Sjálv koyri eg ikki aftur hendavegin, men fari fegin við onkrum øðrum ella kanska á súkklu sjálv, tí útsýnið er av tí fagrasta!
Eg skal til Vágs at hitta Onnu Brattaberg Samuelsen til eitt prát, m.a. um hugburð og leiklutin hjá kvinnum her suðuri í politiskum høpi. Sjálv stillar Anna upp til løgtingsvalið, og tað minnir meg á eitt val fyri 30 árum síðan, tá vanligt var at siga “eg fari at velja ein mann”, í øllum førum í okkara familju.
Pápin sigldi við ØK og var burturi hálvt ár ísenn, og sum børn vistu vit væl, at hann mátti vera nógv fyri uttan, men ta einu ferðina – kuldi var, stjørnuhimmal og turrur kavi, og mamma stóð í durunum í fína frakkanum, leðurhandskum og smurdi sær varrarnar - mátti eg spyrja, hvar hon fór. “Eg fari at velja ein mann”, segði hon, og tá bar av, eg fór at gráta, so hjartaliga, hvat bilti hon sær inn at fara og velja sær nýggjan mann.
So álvarsligar fylgjur kann ein útsøgn hava!
Men nú eri eg á veg niðan eftir Gjógvarávegi, og nr. 37 er næstovasta húsið í bygdini. Kenni meg pøsta og hálvgum í ørviti av mótbrekkuni, skundi mær inn, og vit sessast frammanfyri køksvindeyganum við einum góðum kaffimunni.
Kvinnur velja menn?Sambært Onnu Brattaberg Samuelsen eru vit framvegis so burturoldað, at mong hava avgjørt hvønn tey velja, áðrenn listarnir við valevnum eru kunngjørdir. ?– Eg havi loddað dýpið, spurt kvinnur sum eg hitti, um tær ikki kundu hugsað sær at valt eina kvinnu komandi løgtingsval, men svarið er oftast noktandi, tær flestu hava longu avgjørt, hvør fær krossin. Havi so heldur ikki sagt teimum, at eg sjálv stilli upp, sigur hon flennandi, tí so kundi verið, at tær kendu seg noyddar at svara øðrvísi. ?Anna stillar upp til løgtingsval fyri fyrstu ferð, hon er ein av tveimum kvinnum á listanum hjá Tjóðveldinum í Suðuroy. Og hon harmast um, at tað ikki var gjørligt at fáa javnari kynsbýti. ?- Upprunaliga var ætlanin at fáa sjey valevni á listan, tríggjar ella fýra kvinnur, men tað var ikki gjørligt. Nú landið er vorðið eitt valdømi, verður hetta talið broytt eitt sindur, og uppstillingin fyri Suðuroynna er ikki liðug. Enn halda vit okkum til eina geografiska umboðan, men tað skuldi sjálvandi heldur verið hugurin, ið var avgerandi, at tey, ið veruliga ynskja at arbeiða í politikki komu á listan, um so øll komu úr einum stað. ?- Sigst, at tvørafólk ikki velja vágbingar og umvent, men eg trúgvi tí ikki. Ørvitisskapur. Í mínum dagliga yrki sum tannrøktari arbeiði eg líka so væl inni í munninum á einum tvørafólki ella sandvíkingi, sum á einum vágbingi. Har er ongin munur. Hví skulu hesi so til dømis ikki velja meg inn í politik, eins væl og onkran annan, um eg havi ein góðan boðskap at bera teimum?
?Bíða eftir børnunum?Anna er 41 ára gomul, hon er gift við Evald og tey eiga børnini Beinir 15 ár, Bartal 13 ár og Sirið 8 ár.? – Eg hevði góðan hug at stilla upp fyri 6 árum síðan, tá var tann yngsta bara 2 ár, og fyri 4 árum síðan var hugurin líka stórur, tá var hon bara 4 ár. Nú er Sirið 8 ár og eg hugsi, at um eg nú stilli upp og verði vald, inniber tað, at eg eri burturi allan dagin, og hvør skal so gera skúlating við henni, koyra hana til ítrótt, gera børnunum døgurða. Maðurin er sjómaður, og tað er gaman í, tá hann er heima, men tá hann er burturi, er trupult. Men NEI, eg kann ikki blíva við at hugsa í smábørnum og forðingum. Nú eri eg komin á listan, og har verði eg verðandi, um ikki eg verði stemma av honum, sigur Ann.?Men fær Anna fyrst orðið fyri seg, er óivað ongin vandi fyri, at hon rýkur av listanum, tí hon hevur nógv upp á hjartað. Hon dugur væl at tosa, og við síni sermerktu, eitt sindur hásu rødd, væl kryddað við láturi og speisemi, tosar hon millum annað um okkara ússaligu kvinnupolitisku støðu, vánalig skúlaviðurskifti í oynni og ábyrgdina, vit sum borgarir hava, at fylgja við í samfelagskjakinum og leita okkum upplýsing.
Fjarstøða og mentalitetur
- Suðuroyarkvinnur hava stóran trupulleika við fjarstøðu. Flestu menninir, sum koma inn á ting, verða búgvandi her suðuri. Hugsi ikki, at ein kvinna hevði gjørt tað sama, haldi, at hon hevði flutt til Havnar. Og tá eg so síggi uppmøtingina hjá nøkrum av monnunum, skilji eg væl, at tað ber til at búgva her suðuri. Men eg kann vissa tykkum um, at kvinnur, ið avgera at fara upp í politik, sanniliga eisini ætla sær at vera har.?- At vera mamma at heimabúgvandi børnum og hava so langan veg til arbeiðsplássið, haldi eg vera eina av orsøkunum til, at so fáar kvinnur her suðuri stilla upp. Tú fer frá húsum, áðrenn nakar er uppi, og ert aftur við songartíð. Og nógvar liva saman við sjómanni, hjá teimum er trupult, heldur Anna Brattaberg Samuelsen.?- Hinvegin, so hava tær eisini fingið ein førleika, ið ger, at tær megna nógv einsamallar, eru vanar við at taka avgerðir alla tíðina. Men um tølini siga, at tað eru kvinnur við høgari útbúgving, ið fara upp í politik, er hópurin ikki at finna í Suðuroynni. Her hava tær flestu eina miðallanga útbúgving, til dømis sjúkrarøktarfrøðingur, lærari, tannrøktari og annað.
Anna heldur, at ein onnur avgerandi orsøk til at kvinnur í Suðuroy halda seg burtur frá politikki er mentaliteturin og manglandi áhugin. ?- Til dømis kenna vit her suðuri onki til kjakbólkar annað en á bindiklubbastøði, har prátið gott kann snúgva seg um 266B og abortlógina, men tað er undrunarvert, so fáar kvinnur, ið møta upp til fundir og fyrilestrar, har kvinnuviðurskiftir eru á skránni. Og verður hugsað um, hvussu væl Suðuroyggin hevur verið umboðað á tingi, hevur ofta havt landstýrismenn og løgmenn, so hava vit bara havt eina kvinnu á tingi, sum hevur búð her suðuri, nevniliga Ingeborg Winther. Kvinnurnar hava gjørt alt ov lítið vart við seg. Hygg at vestmannakvinnum, hvat hava tær
ikki gjørt fyri bygdina!
- Vit hava enn ikki bygt ein barnagarð í Vágs kommunu, og pengar hava tað verið nóg mikið av. Alt virksemið, sum var í 80´unum í flakavinnuni, skipasmiðjan bygdi fleiri nýbygningar o.s.fr., hví var ein barnagarður ikki bygdur tá. Hvar vóru kvinnurnar sum áttu børnini? Tær sótu ikki allar heima! Ofta hoyrist prát millum kvinnur um slíkt, sum ikki er nóg gott, men ongin ger nakað Tær mugu veruliga taka sær um reiggj og gerast meira sjónligar, so tær eisini kunnu hava ávirkan á samfelagið, tær liva í. Og eg sigi ikki at henda uppgávan er løtt, men hon er alneyðug.
?Ræðist kvinnurnar?Anna Brattaberg Samuelsen sigur seg ofta verða spurd, um hon torir at stilla upp, og um hon torir at fara vestur á Eiði á valfund saman við øllum monnunum.?- Eg eri vorðin greið yvir, at á uppstillingarfundum verður ikki tosað so nógv um politik, og onkrum briksli skalt tú eisini roknað við, kanska eitthvørt abbi tín gjørdi fyri 70 árum síðan ella líknandi. Jú, saman við monnunum tori eg, sjálvt um eg ikki veit eitt vet um húkaveiðuna á Munkagrunninum ella vatnorkuútbyggingina hjá SEV í løtuni. ?- Men eg má so eisini viðganga, at eg eri eg eitt sindur bangin fyri kvinnunum. Hugsa tær, tú stillar upp, leggur alt í at føra ein góðan valdyst. So kemur 21. januar, tú skalt út um dyrnar og hevur bara fingið 8 atkvøður. Mammasta, tað er pínligt, hóast eg veit, at tað er púra vanligt, ikki at fáa tað nógva fyrstu ferð. Tey gomlu og kendu á listanum slúka tað mesta. Men allíkavæl. Tá havi eg ikki so góðan hug at møta kvinnunum. Hvat hugsa tær um meg? Nú havi eg ordiliga dummað meg, her er ongin vegur aftur, tað nyttar hvørki at hugsa um deiligu Bridget ella Nynne, her er bara ein lóg sum sigur, “tú skalt ikki halda teg vera nakað serligt!” ?- Tað er ikki lætt at taka avgerð um at stilla upp, men eg síggi stóra týdningin í, at politiska leiðslan arbeiðir fyri hesum, vilja javnt kynsbýti á listunum, bjóða nýggjum valevnum eitt skeið, har tú lærir at trína fram og tosa, o.s.fr. Men eg haldi ikki, at allir flokkar gera sítt ítasta fyri at fáa kvinnurnar við. Tak Fólkaflokkin sum dømi. Rúna Sivertsen fór úr flokkinum, tí tað ikki var pláss fyri henni. Álvaratos, tað eru so ikki kvinnurnar, ið standa og trokast har. Ein útvarpsmaður spurdi eftir uppstillingini hjá teimum í Norðoyggjum og fekk at vita, at tað vóru Anfinn Kallsberg, Jógvan við Keldu og ein triði maður á listanum. Eg hugsaði við mær sjálvari, at tað var løgið - bara 3 menn á listanum!
Torført at upplýsa
Anna tosar um upplýsing, um týdningin, at vit, sum borgarir, kenna ábyrgdina av, at vera opin fyri og heinta okkum upplýsingar um viðkomandi samfelagsligir spurningar. Á henda hátt verða vit eisini betur før fyri at seta spurnartekin við og leggja okkum út í ymisk viðurskifti. ?– Eg hoyri t.d. ofta frá fólki, at tey halda upplýsingina um fullveldi vera ov vánaliga, at fólk vita ov lítið um ætlanir, og hvat flokkurin stendur fyri. Her er nýggja heimasíðan eitt gott dømi um, hvussu flokkurin velur at gera politisku ætlanirnar fyri framtíðina sjónligar, so allir borgarir, á lættasta hátt, kunnu finna upplýsing, seta spurningar og samskifta við valevnini.
- Tað er sera torført at upplýsa fólk, men tá flokkurin var í samgongu, var spurningurin um fullveldi nógv á breddanum. Tað vóru kunningarferðir kring landið bæði við hvítu og svørtu bók, ein rúgva av útvarps- og sjónvarpssendingum settu spurnartekin við fullveldi, bløðini høvdu ikki so lítið av fullveldistilfari o.s.fr. Men um ein ikki legði í at koma á kunningarfundir, og ei heldur vildi hoyra ella lesa um spurningin, dugi eg væl at síggja, at einum vantar upplýsing, sigur Anna.
- Og apropos heimasíðu og nýggja branding, so trongir Suðuroyggin til eina nýggja branding, ongantíð ov skjótt. Vit mugu stríðast fyri eini sameining, fólk skulu taka lut og seta spurnartekin við, og fleiri kvinnur skulu blanda seg uppí politisku avgerðirnar og samfelagsviðurskiftini sum heild, tá verða vit fleiri, ið gerast nøgd, sigur Anna Brattaberg Samulsen.
_________________
Kvinnur í Suðuroy??Manglandi kjak her suðuri, um okkara støðu í samfelagnum, er orsøkin til hesa greinarøð, grundað á samrøður við seks kvinnur í Suðuroynni. Vit eru ikki von við at spíðska pennin og siga okkara hugsan alment. Og als ikki kvinnurnar. Men nógvar hava hugsanir og meiningar um, hvussu vit í framtíðini møguliga kunnu koma burturúr hesi støðuni við stagnatión og fráflyting. Kvinnurnar eg hitti eru: Súnhild Holm, Anna Brattaberg Samuelsen, Aggi Asgeirsdóttir, Annika Næs Johannesen, Agnes Mols Mortensen og Kirstin Strøm Bech. Hetta er annar partur.??Anna Mortensen