Eg fari fyrst og fremst at lurta

Nýggi økisleiðarin í Suðurstreymoy fer at brúka orkuna upp á trivnaðin.

Nýggi økisleiðarin í Suðurstreymoy fer at brúka orkuna upp á trivnaðin. Fyrst og fremst fer hon at lurta eftir, hvat starvsfólkini hava at siga, sigur Meta av Fløtum

Síðst í mai, fór økisleiðarin frá í Suðurstreymoy. Almannaverkið hevur gjørt skjótt av, og nýggjur økisleiðari er longu settur í starv. Tað er
Meta av Fløtum, sum samstundis skal røkja starvið, sum leiðari á Lágargarði.

- Nú má eg seta meg inn í støðuna, eg veit ikki enn, hvat trupulleikin er, men eg havi skilt á lagnum, at trivnaðurin ikki er góður, so tað er har, eg fari at leggja mína orku, sigur Meta av Fløtum. Tað fer hon at gera við at lurta eftir starvsfólkunum.

- Eg havi boðað starvsfólkunum frá, at eg komi út í bólkarnar, og eg fari at lurta eftir teimum, so eg fái eina hylling av, hvat trupulleikin er. Hvat halda tey, eigur at gerast øðrvísi, og so taki eg tað har frá, sigur hon.

Umframt trivnaðin, hevur verið funnist at fakliga støðinum í øki 1. Meira enn helvtin av starvfólkunum hava onga fakliga útbúgving, og haraftrat eru fleiri, sum heldur ikki hava royndir innan eldrarøkt.

Meta av Fløtum sigur, at hon vil styrkja starvsfólkið fakliga.

- Eg vil gjarna geva teimum fakligan stoltleika, og eg fari at seta meg inni í, hvussu vit kunnu hækka fakliga støðið. Fyrst skulu vit finna útav, hvat fakliga støði er, og hvønn tørv starvsfólkini hava. Síðan fara vit møguliga at bjóða teimum skeið, eins og sjúkrarøktarfrøðingar, sum longu eru í skipanini, skulu vera við til at hækka støðið hjá hinum, sigur hon.

- Tað týdningarmesta er at lurta eftir starvsfólkunum, hjálpa teimum og styrkja tey fakliga, sigur Meta av Fløtum.

Meta av Fløtum tók nakrar dagar at hugsa seg um í, áðrenn hon takkaði ja til starvið sum økisleiðari Hon mátti millum annað spyrja stýrið fyri Lágargarð fyrst, um tað var í lagi. Tað var tað, men treytin var, at hon helt fram á Lágargarði. Hon takkaði ja, men væntar sær langar dagar.

- Eg vænti tað ber til, tí at eg kenni økið so mikið væl, og tí tað koyrir rættiliga væl á Lágargarði. Fleiri av mínum uppgávum kunnu røkjast av deildarleiðarum á Lágargarði, sigur hon. Hon leggur aftrat, at ein orsøk til, at hon segði ja, er at tað er ein tíðaravmarkað uppgáva.

Sostatt er loysnin galdandi til 1. Januar 2015, tá kommunurnar yvirtaka eldraøkið. Tó er tað møguligt at halda fram eftir 1. januar, tí bæði Lágargarður og Heimatænastan verða lagdar undir kommununa.

Hóast 60 ár á baki hevur hon ongar ætlanir um at.
- Eg havi nógv at geva av, og tað, at eg eri 60 ár, hevur teir fyrimunir, at eg havi nógvar royndir. Eg ætli mær als ikki at pakka saman enn, sigur Meta av Fløtum.