? Eg gevist ikki

Heðin Mortensen, sum hevur sitið í býráðnum í 27 ár heldur ikki, at tíð er at gevast

Eirikur Lindenskov


Heðin Mortensen er als ikki samdur við Lisbeth L. Petersen, tá hon sigur, at 16 ár er nóg mikið í býráðsarbeðinum í Havn.

? So leingi tú hevur hevur nakað at bjóða, og so leingi tú hevur orkuna, so skalt tú ikki gevast, sigur Heðin Mortensen, sum hevur sitið í býráðnum í Havn síðani 1. januar 1973.

Tann tá 26 ára gamli Heðin Mortensen varð valdur í býráðið á listanum hjá Petur í Gong á kommunuvalinum í 1972. Fram til 1988 umboðið hann hendan listan saman við m. a. Inga Mohr og Peturi í Gongd.

Nakað fyri 1988 hevði Heðin Mortensen limað seg inn í Sambandsflokkin, og stillaði hann upp til fólkatings- og løgtingsvalini í 1988 - og varð valdur í býráðið umboðandi Sambandsflokkin.

Heðin Mortensen er heldur ikki samdur við partakvinnuni, tá hon sigur, at tað ikki ber til bæði at sita á tingi og í býráðnum í Havn.

? Tað snýr seg um at verja miðstaðarøkið, og tað klári eg best, um eg eri í báðum støðum, sigur Heðin Mortensen, sum leggur dent á, at hetta er serliga átroðkandi í hesum døgum.

? So leingi eg orki og havi lív og heilsuna ætli eg mær at halda fram, sigur ein sannførdur Heðin Mortensen.