- Eg hati at tapa

(Kvinnulandsliðið) - Men tær eru nógv betri enn vit, so 3-0 er ókey sigur Liljan av Fløtum Petersen

Føroyska kvinnulandsliðið tapti í gjár 3-0 fyri Póllandi á Svangaskarði. Pólland var á odda 2-0 í hálvleikinum og í báðum førum varð talan um deyðbóltar. Fyrsta málið kom eftir hornaspark og tað seinna upp á brotsspark.

 

Les eisini: (Ljóðsamrøða) - Kempi framstig, sigur Rannvá B. Andreasen

 

Liljan av Fløtum Petersen, sum kom væl frá uppgávuni í miðverjuni, ásannar at talan er um eitt avbera gott lið, ið hevur verið á vitjan á Toftum. Hóast tað, so sá tað gott út fyrstu 12 minuttirnar, tá so Pólland skoraði upp á hornaspark.

 

Les eisini: Føroyar - Pólland 0-3

 

- Tær eru nógv betri enn vit og kundi havt vunnið við fleiri. Vit byrja annars væl, og tær hava einki fyrr enn tær fáa fyrsta málið. Vit vistu frá fyrra dystinum, at tær vóru sterkar í luftspælinum, sigur Liljan av Fløtum Petersen við in.fo.

 

Hoyr samrøðuna Liljuna av Fløtum Petersen við at trýsta á pílin undir myndini

 

Seinast liðini spældu endaði tað við 6-0 sigri til Pólland. Hóast Pólland var betri, so var ongantíð vandi fyri, at talan fór at blíva um tennis úrslit aftur hesaferð. Móti endanum av dystinum øktu gestirnir til 3-0.

 

- Eg hati at tapa, men tú mást eisini vera realistiskur í mun til mótstøðuna. Vit hálvera tapið í mun til seinast og tað haldi eg er ókey, tá tær eru nógv betri enn vit, sigur Liljan av Fløtum Petersen at enda.