Eg havi einki at prógva

Fløgan Koma hjá Peturi Pólsyni kemur í handlarnar um ein mánaða, og sambært fjøllbroytta listamanninum, verður talan um eina sera persónliga fløgu frá einum manni, sum einki hevur at prógva.

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Myndir: eg havi viðheft 6 myndir, brúka onkra ellar onkrar av teimum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Niðrið undir tekstinum, stendur ein listi yvir tey løg, ið eru á fløguni, skriva tað í eina boks onkrastaðni.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Niðast eru tekst pettir, sum skulu setast inn runt á opnuni, altso ikki sum eina ramsa, men hvørt brot fyri seg.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Um miðan september løgdu Petur Pólson, framleiðslustjórin Bogi á Lakjuni og ljóðblandarin Óli Poulsen síðstu hond á fyrstu fløguna hjá Peturi Pólsyni. 7. november verður fløgan, sum fær heitið Koma, í handlunum.
 
Einki at prógva
Átta ár eru liðin síðan Petur vann M.A. Jacobsens viðurslønina fyri fagrar bókmentir, við yrkingasavninum Ongin sól er til, og fýra ár eru liðin síðan Petur vann Prix Føroyar finaluna við Clickhaze. Hetta er ein listamaður, sum einki hevur at prógva, og hevur tað gott við tí. Eg eri nokkso nøgdur við mína støðu, eg vann M.A. Jacobsens virðislønina alt ov ungur, og tað kann eg ikki brúka til nógv annað enn tað, at eg pjøvist ikki at prógva nakað. Hetta er mín fyrsta solofløga, so hon er ikki uppfylgjari til nakað, og broytir ikki nakað, sum eg havi gjørt fyrr, so sjálvt um hon bumbar illa, so skuffar hon ikki. Tí eingin veit, hvat tey skulu vænta. Hetta hevur givið mær frælsið at gera nakað annað enn hitt, sum eg havi gjørt. Vit hava eitt produkt, sum vit eru glaðir fyri og stoltir av. Hetta verður ikki ein fløga sum selir 5000 eintøk, ella tað vænti eg ikki. Eg nokti at lata talið av seldum fløgum stýra, um hetta er ein sukkess ella eitt flopp, fyri meg er tað sukksess at klára at gera fløguna lidna, sigur Petur.
 
Lukkuligi Petur
Petur er vorðin pápi, hevur fingið koyrikort, keypt hús og bil, er útbúgvin lærari og starvast á skúlanum á Giljanesi. Hann sigur sjálvur, at hann er ordiliga lukkuligur, hendan sunnumorgunin kl. 8, tá vit hittast í einum bakgarði á Nørrebro. Hann virkar eisini glaður. Alla vikuna hava teir tríggir Petur, Bogi og Óli sitið og ljóðblandað fløguna, og seinni hendan dagin verður hon liðug og heilt klár til framleiðslu.
Eg siti og gráti, sjálvandi innantanna, av gleði, tá eg hoyri ljóðblandaðu løgini. Á hesi fløguni havi eg verið við í allari framleiðsluni, frá lagaskriving, venjing, upptøku og til nú ljóðblandan, og tað er heilt øgiliga læruríkt. Eg havi ongantíð verið við til ljóðblandan fyrr.
Óli Poulsen er okkara besti ljóðblandari. Hann er so toppprofessionellur, og hevur livað av tí í so nógv ár. Hann var tað mest upplagda valið. Hann blandaði eisini fløguna hjá Clickhaze, og tað var eg øgiliga nøgdur við. Eg ringdi til hann í mei, og sjálvt um hann ikki hevði tíð fyrr enn í september, so valdu vit at bíða eftir honum. Hetta gav okkum eisini góða tíð at gera okkum lidnar við upptøkurnar.
 
Uppgerð við verulig ting
Tekstirnir eru myrkir, daprir og eirindaleysir, hetta bera heitini á løgunum boð um: Jarðarferð, Einsemi, Synd, Eyma sál og Timburmenn fyri at nevna nøkur. Men hví er fløgan so døpur?
Fløgan er ein uppgerð við verulig ting. Eitt slag av tekstligari uppgerð við lívið. Eg havi gjørt mær nógvan ómak við tekstunum, greiður Petur frá. Tekstirnir eru ein komprimerað suppa av onkrum. Hetta eru mínir egnu tekstir skrivaðir til mín, og bara eg skal standa inni fyri tí, sum eg skrivi. Tí er hetta meira mítt enn tildømis Clickhaze tekstirnir, har eg skrivaði til ein bólk, og eisini til Eivør at syngja. Tí gjørdist tað minni persónligt. Hesuferð bar til at vera eitt sindur meira diktatoriskur.
Eg havi einki givið út seinastu árini, og broytingin í lívinum hevur gjørt meg meira bersøgnan, eg krógvi meg ikki longur aftan fyri nakað. Men jú tekstirnir avspegla kanska ikki tann Petur, sum eg eri í dag, eg eri ein glaður maður, og næsta fløga verður uttan iva glaðari. Hetta er, sum sagt, ein uppgerð við lívið og fortíðina. Men ikki alt er keðiligt t.d. havi eg skrivað ein sang til dóttur mína.
Tekstirnir eru øgiliga stýrandi fyri restina av tilfarinum á fløguni, eitt nú í ljóðblandingini, hava vit valt at blanda løgini á onkran ávísan hátt, tí at teksturin leggur upp til hetta.
 
Skrivar á føroyskum
Hóast Petur í Clickhaze skrivaði tekstir á føroyskum og enskum, umframt at Eivør sang okkurt á donskum, so hevur Petur á síni egnu fløgu bert føroyskar tekstir, er hetta eitt umhugsað val? Ja, tað er heilt tilvitað. Fyrst og fremst, so er tað fyri ikki at gerast ein meturvøra. Tað er so nógv, sum kemur út á enskum, at man lætt hvørvur í rúgvuni. Men á føroyskum gerst tilfarið meira forkunnugt. Eg byrjaði við at skriva 3-4 tekstir á enskum, men fór burtur frá tí. Tað kennist eisini meira egið, tá tað er á føroyskum.
 
Spontan solofløga
Upprunin til solofløguna liggur í gamla Visble Fish samstarvinum. Eiler Hansen, ið spældi gittar í Visible Fish, kom framvið hjá Peturi, og teir sótu og spældu sær við okkurt lag, sum Petur hevði í høvdinum, men ikki dugdi at skriva ella spæla: Tá vit høvdu gjørt fyrsta lagið, so segði eg, hetta er fyrsta lagið til mína solofløgu, greiður Petur frá. Eg og Eiler arbeiddu við hesum í eitt ár, áðrenn nakar annar veruliga kom inn í verkætlanina.
 
Samanspældur bólkur
Í mars savnaði eg so ein bólk. Hetta er umframt Eiler og meg sami bólkur, sum spælir á konsertum við Knút Háberg Eysturstein.
Tað var nokkso upplagt at velja hesar tónleikararnar. Knút hevur skrivað eitt lag á fløguni, og vit hava arbeitt nokkso nógv saman. Tí var hann upplagdur til leiklutin á tangentum. Boga havi eg spælt saman við bæði í Visible Fish og í Clickhaze. Eg ivaðist ongantíð í, um hvør skuldi spæla trummur. Uni er ein fantastiskur trummusláðari. Bassspælarin Niels Jákup í Jógvanstovu havi eg ongantíð arbeitt við fyrr, men mær dámdi væl, mátan hann og Uni svinga saman. Hann hevur eisini eina ótrúliga innliving sum bassspælari, hetta mær dámar væl. Av tí, at teir allir hava spælt nógv saman við Knút, fekk eg ein væl samanspældan bólk, so tað skuldi helst hoyrst aftur á fløguni.
Orsakað av tøkniligum trupulleikum sloppu vit ikki ígongd við upptøkurnar báðar teir fyrstu mánaðarnar, so tí fingu vit vant alt tilfarið væl ígjøgnum. Hetta var bæði gott fyri innspælingina og fyri sjálv løgini.
 
Navnframir gestir
Petur eigur okkurt í flest øll løgini á fløguni, lagið Úr dýpinum eigur Knút Háberg Eysturstein, men her eigur Petur orðini, okkurt lag er gjørt saman við Boga á Lakjuni, tey flestu saman við Eiler Hansen. Talan er í høvuðsheitinum um nýggjan ikki fyrr útgivnan tónleik, alt uttan lagið Timburmenn, sum er ein endurinnspæling av gamla lagnum hjá Símun úr Konoy.
Mær hevur altíð dámt væl hetta lagið. Bæði orð og lag eru ordiliga góð, og hóska væl til restina av løgunum á fløguni. Á lagnum syngi eg saman við Niels Arge Galán og Samal Ravnsfjall, og tað er dýrabært. Niels spælir eisini gittarsoloina.
Eg havi nakrar gestir á fløguni, umframt Niels og Sámal so spælir Mikael Blak bass á tveimum løgum, og Guðrið Hansen og Kári Sverrison syngja. Eg hevði ongantíð áður hoyrt Guðrið sungið, men hon er frálík, og endaði við at syngja á trimum løgum.
Á einum lagi royni eg meg sjálvur sum multiinstrumentalist, eg eri ikki multiinstrumentalist, men eg vildi sleppa at royna sjálvur, so eg spæli Rhodes, kassagittar, forriti trummur og syngi.
 
Løgini á Koma
 
Jarðarferð
orð: Petur Pólson, lag: Petur Pólson og Eiler Hansen
 
Einsemi
orð og lag: Petur Pólson
 
Timburmenn
Sum framført av Símun úr Konoy
lagt til rættis Petur Pólson og Eiler Hansen
 
Fremmandur
orð: Petur Pólson, lag: Eiler Hansen og Petur Pólson
 
Hválv
orð og lag: Petur Pólson
 
Úr dýpinum
orð: Petur Pólson og Knút Háberg Eysturstein, lag: Knút Háberg Eysturstein
 
Eyma sál
orð: Petur Pólson, lag: Petur Pólson (bygt á føroyska rímu)
 
Ekkó
orð: Petur Pólson, lag: Petur Pólson og Knút Háberg Eysturstein
 
Fráferð
orð: Petur Pólson, lag: Bogi á Lakjuni og Petur Pólson
 
Synd
orð: Petur Pólson, lag: Petur Pólson og Eiler Hansen
 
Koma
orð: Petur Pólson, lag: Eiler Hansen, Petur Pólson

Tekstbrot av fløguni
 
alt, sum tú tilbiður
vil onkur spotta
alt, sum tú elskar
fer onkur at hata
alt, sum tú vónar á
vil onkur bróta
alt, sum tú lítur á
fer teg at svíkja
kann helvitis eldur
teg brenna til himmals
(orð: Petur Pólson úr lagnum Einsemi)
 
 
eyma sál tín hevur sár
sum bløða úr djúpastu loynd
æðrarnar villast í blóðinum
og lívsleiðin leitandi, gloymd
(orð: Petur Pólson úr lagnum Eyma sál)
 
 
í onkrum ljósi
er verðin ljót
og bølamyrkur
sálarbót
(orð: Petur Pólson úr lagnum Synd)
 
 
mínir einglar hava svikið meg í nátt
kúgarinnar mongu andlit starandi
áhaldandi eftir mær úr dýpinum
sieg heil og sæl úr svartastu loyndum
inn í logandi morgun og brenn
tíni bál meðan tú pantar tína sál
til ræðsluna, til ræðsluna, til ræðsluna
fyri at lygnin er sonn, lygnin er
sonn av sonnum og dýpið tú droymir
um at sleppa upp úr er rótfest í
tíni sál og tínum bløðandi hjarta
tá mínir múrar rapa og ravmagnið
seyrar úr øllum lutum standi
eg nakin og duldur
í náttini
(orð: Petur Pólson og Knút Háberg Eysturstein úr lagnum Úr dýpinum)
 
 
at leggja seg á knæ
og bøna gudarnar um tað
sum ikki hjálpist við
og ikki sleppist undan
himmalin er brotin
frelsa smakkar eins og rotin
skýmaskotin
av innandeyðum gudum
(orð: Petur Pólson úr lagnum Fremmandur)