- Eg havi einki hoyrt frá leiðsluni í Sambandsflokkinum - hvørki lokalt ella frá landsfelagnum, so eg gangi bert út frá, at teir eru samdir við mær, sigur Atli Hansen, sum ikki rættiliga hevur hug at gera fleiri viðmerkingar til orðaskiftið um Sambandsflokkin.
Tað var av tilvild, at Sambandsflokkurin næst seinasta leygardag kom undir sjóneykuna í bløðunum.
Tvær atfinninngarsamar greinar mótvegis leiðsluni í Sambandsflokkkinum vóru orsøkin. Ein stóð í Sosialinum og hin í Dimmalætting.
Finnbogi og Atli av tilvild sama dag
Í Sosialinum var samrøða við Finnboga Arge, sum fór úr Sambandsflokkinum fyri sløkum tveimum árum síðan. Tað greiddi Finnbogi Arge frá, og var í hesum práti rættiliga atfinningarsamur mótvegis leiðsluni í flokkinum.
Í Dimmalætting sama leygardag skrivar Atli Hansen viðmerking til samrøðu í Dimmalætting við Edmund Joensen og hansara máta at føra seg fram í tinginum. Hann finnist rættiliga harðliga at Edmundi Joensen, fyri hansara ábreiðslu mótvegis tingmanningini hjá Sambandsflokkinum, í samband við fíggjarlógarviðgerðina.
Tað, at hann tók seg saman og svaraði løgmanni aftur, heldur Atli Hansen einki óvanligt vera við.
Atli Hansen er ikki samdur við løgmanni, at tingmenn bert sita og viðgera smálutir og eru politiskt óproduktivir.
Tosar við løgmann hvønn dag
- Hevur tú fingið tað ?gula kortið³ frá flokkinum?
- Nei, eg havi als einki kort fingið, og eg havi heldur onga viðmerking fingið til tað, sum eg skrivaði í Dimmalætting. Tað er tí skeivt,sum Sosialurin skrivaði í farnu viku, at málið hevði verið fyri á hægsta stað í Sambandsflokkinum, og at eg havi verið átalaður fyri at fara í fjølmiðlarnar við innanhýsisviðurskiftum, sigur Atli Hansen, sum ongar trupulleikar hevur at samstarva innanhýsis í flokkinum.
Hann tosar við løgmann dagliga, og har hevur einki verið. Tað er bert bløðini sum vilja gera gølusøgu burturúr, sigur Atli Hansen.
- Tað álvarsama í viðgerðini av politisku málunum, sum eg eisini skrivaði um, er ikki endurtikið í bløðunum, tí har er eingin gøla at fara eftir, heldur Atli Hansen.
Positiva egoisman
er gagnlig
- Tað er tó ikki heilt uttan áhuga, tá t.d. Eilif Samuelsen, landsstýrismaður, í viðmerking sigur við Sosialin, at egoisman er farin at ráða í flokkinum?
- Er tað so løgið? Vilja øll politiskt hugsandi fólk ikki nýta positivu egoismuna, fyri at fáa síni sjónarmið fram? Tað er hóast alt egoisman sum yvirlivir, sigur Atli Hansen.
Í somu samrøðu var eisini nevnt, at Sambandsflokkurin kundi gerast so livandi, at hann dettur sundur??
- Eru ikki allir flokkar tað? Vit eru eitt livandi fólk, og vit eru samstundis einstaklingar, og virka út frá tí. Hetta er einki sereyðkenni fyri Sambandsflokkin. Tað er eisini galdandi í hinum flokkum. Eg havi bert skrivað eina viðmerking til ávíst politiskt mál. Annað er ikki í hesum, sigur Atli Hansen.
Vil ikki kallast óvirkin
- Angrar tú tað, tá nú so nógv hóvasták spurdist burturúr?
-Tað harmar meg, at hetta gjørdist eitt mál um fundirnar hjá løgmanni, heldur enn um virksemið í tinginum, men eg hugsaði meg væl um, áðrenn eg skrivaði viðmerkingina.
- Tá eg helt tað vera skeivt at siga, at eg eri óproduktivur, so noyddist eg at gera viðmerking til tað. - Um tað er egoistiskt at vísa aftur órættvísari skuldseting, so veit eg ikki, sigur Atli Hansen.