Eg havi gjørt nógv ljót ting

Nær lærdi tú teg at binda?
Tað lærdi eg meg, tá eg var heilt lítil. Haldi eg var um 4-5 ár, tá eg hjálpti mammu at binda okkurt. Minnist eisini, at eg bant eina dukkiskipstroyggju.

Hvat er ljótasta plagg tú hevur bundið?

Tað er nokk okkurt, sum eg gjørdi á universitetinum. Tá helt eg, at eg gjørdi okkurt ordiliga kul, men aftaná sá eg, at tað var totalt gys. Eg havi gjørt nógv ljót ting.


Hvat ger teg bangna?

At ikki eydnast við tí, eg geri.


Hvørjum sniðgeva hevur tú størst virðing fyri?

Vivienne Westwood. Hon klárar altíð at endurskapa seg sjálva, hóast at hon nú er ein gomul dama.


Hvat er dýrasta plagg, tú hevur keypt tær?

Tað er nokk ein leðurjakki, sum kostaði um 3.000 krónur.


Hvar keypir tú tíni klæði?

Alla møguliga staðni. Í endurnýtsluhandlum, Hennes&Mauritz og designarahandlum. Mær dámar sera væl vintageklæði.


Hvar hevði tú viljað verið ein fluga á vegginum?

Vildi veri ein fluga á vegginum í teknistovuni hjá Vivienne Westwood


Hvat er flóvisligt?

Eg eri mangan flóv av mínum vánaliga staðsansi. Tá eg ikki finni okkurt og má spyrja um veg, hóast tað er beint framman fyri nøsini á mær.


Hvørjum hevur ein tú veikleika fyri?

Eg keypi sera nógv brúkt ting. Eg elski loppumarknaðir, og trupulleikin er bara, at eg veit ikki, hvat eg skal gera við alt.


Hvat ert tú gleðast yvir við tíni egnu útsjónd?

Eyguni. Eg síggi illa við teimum, men tey hava ein serstakan lit, gul innast, ið mær dámar.


Hvør núlivandi føroyingur er ordiliga kulur?

Barbara í Gongini er kul. Hon er dugnalig og góð at hava við at gera.


Hvørjir eru tínir størstu veikleikar?

At gloyma at hava álit á meg sjálva. Og so dugi eg illa at selja meg sjálva.


Hvat ger teg illa?

Tá fólk eru óseriøs.


Hvat ger teg glaða?

Sólin og litir. Og so sjálvandi maður mín Dánjal, hann ger meg allar glaðast.


Hvat hevur lívið lært teg?

At tora at taka kjansir og ikki verða bangin fyri at royna nakað nýtt.


Fakta:

Navn: Jóhanna av Steinum

Aldur: 29 ár

Bústaður: Amager í Keypmannahavn

Starv: Sniðgevi

Familja: Gift við Dánjal Hoydal