Eg havi mist álitið á Marin Katrinu Frýdal

Summir býráðslimir skilja ikki tað, teir sjálvir hava skrivað undir upp á

Sum støðan er nú, havi eg ikki álit á Marin Katrinu Frýdal sum politikara.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

 

Tey bæði, Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri hava verið á rættiligari samanstoytingarkós í eina tíð og tað kom í hæddina nú Marin Katrina Frýdal ikki vildi atkvøða fyri, nú fíggjarætlanin fyri í ár varð endurskoðað.

 

Les eisini: Eg eri revsað fyri at brúka mítt talifrælsi

 

Samstundis heitti hon á býráðslimir um at seta seg upp ímóti borgarstjóranum.

Tí er hon nú koyrd úr bygginevndini fyri brúnna um Sandá, sum hevur verið eitt hjartamál hjá henni.

 

Les eisini: Borgarstjórin revsar Marin katrinu Frýdal 

 

Heðin Mortensen sigur, at tað eru ofta trupulleikar av Marin Katrinu Frýdal, men at tað ber ikki til at samstarva við ein, sum alla tíðina órógar politisku skipanina.

 

Tí havur hann ikki álit á henni longur, men verður álitið bygt upp aftur, kann tað broytast.

 

Les eisini: Marin Katrina velur sjálv

 

Heðin Mortensen vil ikk koyra Marin Katrinu Frýdal úr samstarvinum í Tórshavnar Býráð.

Men dámar henni ikki luktin á bakaríðnum, kann hon fara, sigur hann.

 

Trýst á pílin undir myndina og hoyr borgarstjóran greiða frá ósemjuni við Marin Katrinu Frýdal