Hvar heldur tú nýggjár og verður okkurt gjørt burturúr?
- Eg fari út á Toftir, har ein abbasonur býr. Hinir báðir búgva í Aalborg. Abbasonurin bjóðar sushi, men hesin gamli skal hava skerpikjøt við. Væntandi njóta vit at senda og eygleiða fýrverk í stórum nøgdum, og nakrar neyðrakettir eru ikki afturkastandi.
Tað sigur Edmund Williamson í Lamba.
Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2022?
- Størsta hendingin í árinum var, at eg skifti arbeiðspláss í summar. Eg fegnist um nýggja arbeiðsplássið, har eg eri væl móttikin, men ofta sakni eg teir fittu starvsfelagarnar á fyrrverandi arbeiðsplássinum.
Hvat var tað keðiligasta í 2022?
- Tað keðiligasta var, tá kontaktnæmingurin og vinurin, Jákup Andrias Gram Høgnesen, andaðist brádliga og púra óvæntað hin 8. mars, bert 23 ára gamal. Tað tók mær fast.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2023?
- Eg havi ta vón, at Djóni, landsstýrismaður, veruliga fær bøtt um umstøður og viðurskifti á økinum, hann er settur at umsita. Hann kann til dømis leggja út við at strika landsroyndirnar í 4. og 6. flokki. Serliga tær í náttúru & tøkni. So hevði hann gjørt mongum barni ein munadyggan beina.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2023?
- Nýggjárslyfti havi eg ongantíð givið. Tá eg legði av eftir 45 ár sum stórroykjari, hendi tað 10. desembur - nettupp tí, at tað ikki skuldi vera nýggjárslyfti, sigur Edmund Williamson.