- Eg havi tíð til at liva

Hetta sigur Poula Gregersen úr Gøtu, sum sanniliga kann sigast at hava nógv jørn í eldinum. Hon er júst byrjað í starvi sum kundaráðgevi hjá Eik Banka. Hon venur fótbólt tríggjar ferðir um vikuna og spælir dyst í vikuskiftinum. Hon situr í bygdaráðnum fyri Gøtu Kommunu, og umframt hetta skal hon eisini finna tíð til sjeikin og rossini. Hon heldur tó ikki, at hetta er ov mikið

Poula Gregersen úr Gøtu er liðskipari hjá besta kvinnuliðnum hjá GÍ. Hon hevur spælt fótbólt í nógv ár, og hon er týðandi partur av GÍ liðnum, sum í løtuni liggur sum nummar trý í landskappingini og júst hevur tapt steypafinaluna.


Virkin kvinna

Poula Gregersen hevur nógv jørn í eldinum. Hon er júst byrjað í starvi hjá Eik deildini í Fulgafirði, har ið hon er kundaráðgevi. Poula situr eisini í bygdaráðnum fyri Gøtu Kommunu. Umframt hetta venur hon tríggjar ferðir um vikuna við besta kvinnuliðnum hjá GÍ og spælir dyst í vikuskiftinum.

GÍ kvinnurnar hava eitt gott og ungt lið, og tær megnaðu at spæla seg í steypafinaluna, sum tær tó taptu móti KÍ, sum hava verið einaráðandi seinastu mongu árini. Poula er tó ikki nøgd við úrtøkuna higartil í ár.

- Vit høvdu vónað betri. Vit ætlaðu at bjóða KÍ av í ár, men tað hevur ikki gingið so væl í landskappingini. Steypafinalan var jøvn, men kortini vunnu tær 3 – 0. Tað manglar tað síðsta hjá okkum, sigur Poula, sum tó ikki ivast í, at tær hava nóg góðar leikarar til at gera seg galdandi í oddinum.


Føroyameistarar næsta ár

- Vit hava nógvar ungar, og tær bestu á liðnum eru eisini ungar, so vit skuldu havt eina góða framtíð. Um tað gongur væl í ár, so kunnu vit kanska heintað B36 inn aftur á annað plássinum, og so fara vit at miðja móti føroyameistaraheitinum næsta ár, sigur hon.

Poula hevur spælt fótbólt alt, hon kann minnast, og hon spældi fyrstu ferð við besta liðnum á heilt ungum aldri. Hon er sostatt ein av royndastu leikarunum á GÍ liðnum.

Poula stillaði upp til bygdaráðsvalið fyri Fólkaflokkin, og hon varð vald inn. Tað er ikki ókent í familjuni Gregersen at sita í bygdaráðnum. Pápin og abbin hjá Poulu hava eisini sitið í bygdaráðnum, so tað er um at gerast ein familjusiðvenja.

- Tey manglaðu eina kvinnu á listan, og tey spurdu meg. Eg játtaði, men eg gjørdist sera kløkk um at koma inn í bygdaráðið. Tá hugsaði eg við mær sjálvari: »Hvat havi eg rótað meg inn í«, sigur Poula, sum einans var 22 ára gomul, tá ið hon varð vald inn í bygdaráðið við flest atkvøðum.

- Tað er spennandi at sita í bygdaráðnum. Tað var nógv at seta seg inn í, men mær dámar sera væl, sigur hon.


Løgtingsval ikki aktuelt

Poula er varaborgarstjóri og formaður í Trivnaðarnevndini. Umframt hetta er hon við í skúlastýrinum og bókasavnsnevndini.

Poula hevur ikki hugsað um at stilla upp til Løgtingsval. Hon er heldur ikki vís í, at hon fer at stilla upp aftur til kommunuval.

- Eg havi ikki hugsað um at fara uppí landspolitikk. Eg veit heldur ikki, um eg stilli upp aftur til kommunuval. Hetta hevur verið eitt spennandi skeið við kommunusamanlegging og nógvum øðrum á skránni. Tað er spennandi at vera við til at leggja út í kortið, hvussu Gøtu Kommunu skal mennast, men tað er ikki vist, at eg taki enn eitt tørn, sigur Poula.


Skift arbeiði

Poula er júst byrjað í starvi hjá Eik. Hon arbeiðir sum kundaráðgevi í deildini í Fuglafirði. Hon hevur annars arbeitt tey seinastu árini á Fiskavirkinum í Gøtu.

- Eg havi arbeitt í trý og eitt hálvt ár á Fiskavirkinum sum framleiðsluleiðari. Eg havi gingið á fiskivinnuskúla, og eg hugsaði um at fara víðari í skúla. So fekk eg bjóðað starv hjá Eik, har ið eg havi møguleika at ganga í skúla, samstundis sum eg arbeiði, sigur Poula, sum kom beint í eldin við partabrævasølum, tá ið hon byrjaði fyri einum góðum mánaði síðani.


Munur á arbeiðsplássum

Tað er stórur munur á arbeiðsplássunum, men hinar tríggjar á deildini hava tikið sera væl ímóti Poulu og gjørt sítt fyri, at hon skal kenna seg væl.

- Mær dámar sera væl her. Tað er sjálvandi altíð nógv at læra, tá ið eg byrji uppá nakað so øðrvísi í mun til alt annað, sum eg havi roynt. Tað var løgið at fara frá Fiskavirkinum, sum er ein familjufyritøka. Mær dámdi væl at hava nógv fólk rundanum meg. Tað vóru nógv ymisk fólk, og øll trivust. Eg sakni tær eldru damurnar, sum hava arbeitt har í nógv ár og so tey ungu, sum taka sær eitt fríár, áðrenn tey fara víðari í skúla, sigur Poula og heldur fram:

- Nú arbeiði eg hjá Eik, og eg fari at taka bankaútbúgvingina gjøgnum fjarlestur. Eg vil ikki útihýsa, at eg einaferð fari at lesa í Danmark, men beint nú hugsi eg ikki so langt fram, sigur hon.


Tíð til at liva

Umframt starvið, bygdaráðið og fótbóltin, hevur Poula eisini tíð til at hava frítíðarítriv.

- Eg eigi ross. Mær dámar sera væl at kobla av við at fara ein ríðitúr, sigur hon.

Ein skuldi trúð, at Poula skjótt fær stress, men hon trívist væl við nógvu uppgávunum.

- Eg havi nóg mikið um oyruni, men ikki ov nógv. Eg havi í øllum førum tíð til at liva, sigur Poula smílandi. 



Poula um at vera tvíburði

Tvíburðasystur mín, Hjørdis, og eg hava eitt sera tætt samband. Vit fylgdust allan vegin upp, inntil vit vórðu lidnar á fiskivinnuskúlanum. Tá fóru vit hvør sína leið hvat viðvíkur yrki. Hon arbeiðir á Aluplast, og hon er givin at sparka. Hon situr tó í nevndini í GÍ. Vit búgva eisini báðar í Gøtu, so vit eru enn tættar. Vit tosa saman hvønn dag


Poula um kvinnur í politikki

- Eg eri eingin reyðsokkur. At uppfordra kvinnum til at fara uppí politikk er gott, men tær, sum ætla sær, skulu bara stilla upp. Tað er keðiligt, at tær ikki eru fleiri, men tað er eingin forðing, at tú ert konufólk


Poula um mat

- Eg elski at eta. Eg eti alt. Ein fransbreyðflís við nógvum smøri og nógvum Nuggeline er tað besta


Poula um trúgv

- Fólk halda kanska ikki, at eg eri tann mest trúgvandi persónurin, men eg havi samband uppeftir. Eg takki altíð Gudi fyri tað, sum eg fái. Eg gangi ikki so nógv til møtir og í kirkju, men eg havi eitt persónligt samband við Gud





Fakta

Navn: Poula Gregersen

Fødd: 9. februar 1982

Gongur saman við Thomas, sum spælir við GÍ

Hevur gingið á Fiskivinnuskúla

Arbeiðir hjá Eik sum kundaráðgevi

Situr í bygdaráðnum í Gøtu Kommunu