Í Føroyum er hann landskendur fyri gomlu kvøðuljómahittini og væl umtóktar tónleikaútgávur, men tá ið kreppan rakti í nítiárunum, flutti hann til Danmarkar og hevur búð har síðani.
Símun úr Konoy – ella Simon von Konoy, sum hann nevnir seg í Danmark – býr saman við konuni Sofíu Kragesteen í Ringe á Fjóni, og har hevur hann tað so gott, at hann kundi ikki droymt um at flutt heimaftur til Føroya. Símun, sum nú er fólkapensjónistur, hevur breyðføtt seg sum yrkistónleikari.
– Eg má viðurkenna, at mær dámar væl betur at búgva í Danmark enn í Føroyum, og tað er ikki minst orsakað av veðurlagnum. Eg eri illa fongdur av gikt og havi tað tí nógv betur í veðrinum, sum er her í Danmark. Føroyar er eitt fantastiskt land við vakrari náttúru, men tað er ov kalt og ov dýrt at búgva har uppi. Sum tíðin er gingin havi eg ásannað, at tað er í Danmark, eg hoyri heima, sigur Símun von Konoy.
– Eg sakni náttúruna, tónleikararnar og originalarnar, sum eg kendi í Føroyum, men tíbetur havi eg funnið nakrar aðrar at halda saman við her í Danmark. Føroyingar eru fittir og gestablíðir, men eg finni tað sama úti á landinum her í Danmark.
Tað kemur ikki upp á tal at flyta heim til Føroya at búgva aftur.
– Eg kundi ikki droymt um at flutt aftur til Føroya. Nú eru eini seks ella sjey ár síðani eg var heima á klettunum, og eg veit ikki, um eg nakrantíð komi aftur til Føroya. Eg eri í paradís, so at flyta heimaftur - nei, takk!
Niðanfyri ber til at síggja innslag við Símun von Konoy frá Middelfart Lokal TV.
##med2##