Eg havi tað fínt – taki eina D-vitamin um dagin

– Eg havi árini, men eg havi tað gott, sigur 78 ára gamli maðurin, sum hevur sitið í Tórshavnar býráð seinastu 52 árini

Soleiðis sigur Heðin Mortensen, ið sum 78 ára gamal bjóðar seg framaftur sum valevni til býráðsvalið í Havn – hetta verðu 14. ferð, at hann stillar upp. 13 ferðir er hann valdur, og fýra ferðir hevur hann verið valdur til borgarstjóra. Hann hevur sitið í býráðnum í samfull 52 ár út í eitt, og sitið sum borgarstjóri í 16 ár. Fyrst frá 2005 til 2016 og síðani frá 2021 til 2024.

– Jú eg taki medisin, men tað er altso ein D-vitamin um dagin. Eg taki einki annað yvirhøvur. Og so renni eg einar 4-5 kilometrar næstan hvønn morgun, og tað er gott, sigur Heðin Mortensen, sum javnan sæst á rennibreytini klokkan 6 um morgunin.

 

##med2##

Hann sigur, at hann hevur fullan stuðul frá konuni Hjørdis, hóast hon fegin vildi havt hann heima. 

 

Lesið eisini: Heðin tekur fegin eitt tørn afturat

 

– Men hon kennir meg og veit, at mær dámar væl at gera tingini liðug, og tað er tað, sum eg ætli mær, sigur Heðin Mortensen, sum á in.fo í morgun boðaði frá, at hann – eftir gjølla umhgsan, bjóðar seg fram einaferð afturat til býráðsvalið.

 

– Men so verður tað seinastu ferð, sigur hann.