- Síðani eg tók avgerðina um at fara upp í Miðflokkin, havi eg verið sannførdur um, at eg valdi rætt, sigur Karsten Hansen, sum skal tryggja Miðflokkinum umboðan í Norðoyggjum Hóast Portalurin í morgun kundi avdúka, at Karsten Hansen hevði valt Miðflokkin sum sín nýggja flokk, var tað spenningur í luftini, tá ið fyrrverandi tjóðveldismaðurin sjálvur skuldi avdúka sína avgerð í morgun.
- Eg havi umhugsað støðuna væl, og eg havi eisini brúkt nógv tíð til hetta, men eg eri komin til eina greiða niðurstøðu, og eg fari at melda meg inn í Miðflokkin, segði Karsten Hansen á tíðindafundi á Klaksvíkar Sjómansheimi í morgun.
- Eg havi ein dreym um einar frælsar Føroyar, og okkara framtíð skal byggja á kristnað lívssýnið. Og her vilja eg og Miðflokkurin tað sama.