Við øðrum orðum : Tá ein virkiseigari manglar pengar ja, so ferð hann bara í kassan og tekur sær tað, sum hann hevur brúk fyri.
Um Heðin D. Poulsen ikki heldur, at hetta eru sera álvarsligar ákærur ímóti virkiseigarum, sum ditta sær at stilla upp í politikki, so gevi eg lítið fyri løgfrøðisprógvið hjá Heðini.
Um Annita og Heðin D. ynsktu gjøgnumskygni, so haldi eg at tað var tað, tey skuldu hildið seg til og ikki brúkt høvi til at ákæra virkiseigarar fyri óreglusemið. Tí tað var tað, tey gjørdu.
Síggi, at Heðin D. í Dimmu ídag roynir at flyta fokus – tað skilji eg væl.
Fyri mær er málið rættuliga prinsipielt. Eg eri tí rættuliga fortørnaður yvir, at Annita og Heðin, hjálpt av útvarpinum, sleppa at leypa út í orð, at virkiseigarar sleppa sær undan at gjalda fyri egið valstríð, við at senda rokningina víðari til virkið at gjalda.
Hetta er ólógligt. Talan er um svik og tí revsivert.
Í Dimmu sigur Heðin D. Poulsen : “Poul Michelsen hevur sitið so leingi á tingi, at hann fyri langt síðan átti at tikið stig til at ein lóg var samtykt, sum tryggjaði opinleika um, hvør fíggjar privata valstríðið.”
Her ruggar ikki rætt. Eg veit at ongin annar enn eg sjálvur gjaldi fyri mítt valstríð. Eg veit heldur onki um, at nakað annað valevni – hvørki virkiseigarar, privat ella alment lønt - fáa onkran annan at gjalda fyri seg, og kenni eg heldur onki til at nakað virkið gjaldir pening til ávís valevni.
Tí havi eg av góðum grundum ongantíð sæð tørvin á nakrari lóggávu her.
MEN tað kann undra meg at Heðin D. Poulsen, sum veit alt um hetta óreglusemi, ikki reagerar fyrr enn nú. Við útvarpið veit Heðin at siga, at hann umvegis arbeiði sítt í politikki er komin framá hetta fyribrigdi.
Heðin hevur sitið í floksleiðslu Fólkafloksins og á tingið fyri flokkin, og hevur haft ríkiligt av tíð og møguleikum at steðga hesum “sokallaða” óreglusemi.
Eg havi alment biðið um, at Heðin og Annita leggja fram okkurt, sum kann undirbyggja skuldsetingarnar. Undirbyggja tað so mikið, at alt ikki bara hongur í leysari luft til skaða fyri tey virkiseigandi valevnini og til skaða fyri alt privat virksemi. Eg haldi, at tað er dýrur prísur, vit skulu gjalda fyri valstríði hjá Annitu og Heðin D. Poulsen.