FO/DK konsertferð
Julie Maria er ein av nýggjaru stjørnum á danska tónleikahimmlinum, hon hevur drúgvar royndir úr sangkórum og jassumhvørvinum, men er nýliga farin at ganga egnar leiðir, sum eitt slag av singer/songwriter. Á fyrstu fløguni hjá Jule Maria Beautiful Minor stóu kend nøvn næstan í bíðirøð at luttaka, og úrslitið er eitt sera stórsligið verk.
Bólkurin hjá henni er ein flokkur av tónleikarum úr jassumhvørvinum, so hóast tónleikurin er sveimandi poppur, so eru improvisatiónir og leitandi spæl ein partur av framførslunum. Í mun til nógvan Singer/Songwriter tónleik hava løgini tí ikki ein heilt fastan form, men broyta seg á konsertunum.
Hevur slept blásarunum
Á fløguni spæla blásarar ein stóran leiklut í at skapa ljóðmyndirnar, men hesir eru ikki longur við á konsertunum. Julie Maria sigur, at hetta er ein roynd at finna eina kjarnu í tónleikinum: Tað hevur verið stuttligt at arbeiða við stórum kórum og blásarum, men tað gerst eisini eitt sindur nógv av tí góða sum frálíður. Nú eru tey bert fimm í bólkinum. Hetta at arbeiða við einum grundbólki, hevur givið pláss til at menna løgini, og tey eru ment á ein eitt sindur rokkkendan hátt.
Kennir Teit og Eivør
Eins og Teitur hevur Julie Maria avtalu við Universal. Men í hennara føri er bert talan um danska marknaðin, og somuleiðis bert talan um eina útbreiðsluavtalu. Men hon vónar, at hetta kann gerast til meira, og ætlanirnar eru um at sleppa út um donsku landoddarnar.
Konsertferðin til Føroyar er tó ikki ein roynd at fáa fótafestið uttanlanda.
Julie Maria søkti um luttøku, tí at hon helt verkætlanina vera spennandi, og so kendi hon tveir føroyingar, sum vóru so óvanliga deilig menniskju, at hon vildi hitta fleiri. Teit kendi hon gjøgnum fyrrverandi sjeikin hjá sær, ið var úr Holstebro, har Teitur gekk á tónleikaeftirskúla. Eivør hevur hon spælt konsertir saman við á Borhnholm í sambandi við Bornholm Festuge fyrr í ár.
Væl ílatin
Heldur eingin av tónleikarunum í bólkinum hevur verið í Føroyum fyrr: So hetta er eitt óskrivað blað fyri okkum, og eg gleði meg nakað so forferdiliga illa sigur hon, og vil vita hvussu veðrið er í Føroyum, um hvat fyri klæðir hon skal pakka, og um hon skal taka vetrarjakkan við. Tá vit eru komin ásamt um, at heitar troyggir, vetrarjakki, turriklæði og húgva eiga at verða við í taskuni, kunnu vit halda fram við samrøðuni.
Elskar at spæla á smáum pallum
Julie Maria er eitt nógv virt og lovandi navn á danska pallinum, og tí spælir hon nógvar konsertir. Men tær flestu eru í smærri spælistøðum. Eitt nú er Copenhagen Jazzhouse eitt slag av heimavølli. Hon sigur seg trívast væl á tílíkum smærri støðum, har hon kann hyggja áskoðaran í eygini. Tónleikurin er eitt samskiftið, og tað er lættari at samskifta í eygnahædd.. Hon er sera forvitin og fregnast um, hvat hetta eru fyri støð, hon skal spæla í Føroyum. Hon er glað at hoyra, at talan er um smærri konserthøli. Eg havi satt at siga ikki so nógvar royndir á stórum pallum, so eg kenni meg betur í tættari karmum, sigur hon, og skundar sær upp á loftið at finna vetrarjakkan.