Keypir tú rúsdrekka fyri tíni børn, hóast tey eru undir 18 ár?
- Summarið í Føroyum er fult av hugnaligum og stuttligum tiltøkum, og rúsdrekka fylgir við nógvum av teimum. Men, eg fari ikki at keypa rúsdrekka til okkara børn.
Tað sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, nú hesin spurningur verður settur foreldrum í einum felags átaki hjá SSP, Fólkaheilsuráðnum, Rúsdrekkasølu Landsins, Føroya Bjór og Okkara.
Ein viðkomandi spurningur, ið setir tankar í gongd hjá okkum foreldrum.
- Eg skilji væl grundgevingarnar hjá teimum, sum keypa rúsdrekka til síni børn, hóast tey eru undir 18 ár, men eg eri ikki samdur í, at tað er tað rætta at gera.
Grundgivið verður fyri at keypa rúsdrekka til síni børn við at siga, at tey fara at drekka kortini, og tí er tað tryggari, at vit sum foreldur keypa fyri tey. Á henda hátt kunnu vit kanska fyribyrgja, at okkara børn gerast ov rúsað og koma sær út í óføri av ymiskum slag.
- Í kjakinum um evnið havi eg lagt til merkis, at foreldur siga seg keypa nakrar øl, cider ella líknandi, og tað er tað, sum børnini fáa loyvi at drekka.
Jóhan Christiansen sigur seg minnast, tá hann sum ungur royndi rúsdrekka fyri fyrstu ferð.
- Eg rokni ikki við, at eg havi verið nógv øðrvísi enn flest onnur ung. Tá tú hevur fingið smakkin, vilt tú hava meir. Við øðrum orðum, haldi eg tað vera bláoygd av foreldrum at halda, at tá tey hava keypt sínum barni fýra cider, so er hetta tað einasta, tey drekka í býnum.
Borgarstjórin heldur, at tær fyrstu fýra saktans kunnu leggja botnin fyri meir, sum verður drukkið, tá foreldrini ikki síggja.
- Vit kenna øll til bólkatrýst, so ella so. Tá summi børn við loyvi og enntá við rúsdrekka, sum foreldrini hava keypt teimum, møtast við øðrum børnum, verður trýst lagt á øll tey, sum ikki drekka og onga ætlan høvdu um tað heldur.
Borgarstjórin sigur, at felags fyri tey, sum hann hevur hoyrt tosað um rúsdrekka og børn síni, er, at tey øll høvdu ynskt, at teirra børn ikki drukku, fyrr enn tey eru 18 ár - eisini tey sum keypa rúsdrekka til síni børn.
- Í mínum hugaheimi er tað tí greitt, at tá tú sum foreldur keypir tínum barni rúsdrekka, so sigur tú samstundis, at tað er í ordan, at barnið drekkur. Tí fari eg ikki at keypa rúsdrekka til okkara børn, sigur Jóhan Christiansen.