Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, vitjar í Føroyum í døgunum, 2.-4. september, og í Føroyum skal hann eitt nú hitta landsstýrismannin í uttanríkismálum, Jenis av Rana.
Tað veit danska uttanríkisráðið at siga í tíðindaskrivi.
- Vit hava brúk fyri einari nýggjari Arktiskari Strategi, og vit hava brúk fyri einum styrktum, meira tíðarhóskandi og javnsettum samstarvi í ríkisfelagsskapinum. Her eru føroysku sjónarmiðini og áhugamálini ógvuliga týdningarmikil.
Hetta er orsøkin til, sigur uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, at hann nú kemur til Føroya á vitja sín politiska starvsbróður, landsstýrismannin, Jenis av Rana.
- Eg komi fyri at lurta og fyri at samstarva víðari um ítøkilig uppskot. Eg komi fyri at fáa í ljósmála nýggjar møguleikar fyri samstarvi í uttanríkis-og trygdarpolitikkinum, sigur Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri.