Eg kundi ógvuliga væl hugsað mær eitt skeið afturat

Tað sigur Turið Horn, býráðslimur fyri Tjóðveldi, sum aftur verður millum valevnini til býráðsvalið hesaferð.

 

– Eg ætli mær at koma aftur í býráðið, tí eg havi fleiri mál, sum eg brenni fyri, og sum eg vil vera við til at fremja næstu fýra árini. Og tá tað er gjørt, so stilli eg ikki uppaftur, sigur Turið Horn.

Hon sigur, at hon heldur tað vera nóg mikið at sita í býráðnum í tvey valskeið.

– Átta ár eru nóg mikið fyri meg, eingin eigur ein býráðssess, sigur Turið Horn.

Spurd hvussu tær ber til, at kvinnur ofta leggja frá sær, meðan menn nærmast skulu berast út úr politikki sigur hon, at kanska kvinnur eru bangnari at gera feilir, enn menn eru.

– Um er verði vald á valinum, so verði eg fegin. Um eg ikki verði vald, so sig eg takk fyri, at eg fekk handan møguleikan.

Turið Horn stillaði upp til býráðsvalið fyri fyrstu ferð til seinasta býráðsval. Hon varð vald sum nummar fýra á linstanum hjá Tjóðveldi við 385 atkvøðum.

Soleiðis vóru atkvøðurnar býttar millum valevnini á listanum hjá Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn seinast:

##med2##