- Eg leggi frá mær í morgin

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer at boða tingformanninum frá, at hann leggur frá sær sum løgmaður

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin hava fundast í dag við tí endamáli at skipa eina borgarliga samgongu fyri næstu fýra árini. Teir tríggir flokkarnir hava boðað løgmanni frá sínum ætlanum, og tí er løgmaður nú til reiðar at leggja kongin og leggja frá sær í morgin.

- Eg havi boðað teimum frá, at eg fari at handa løgtingsformanninum eitt skriv í morgin, har eg boði frá, at eg fari at leggja frá mær sum løgmaður, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tíðindunum á FM1 seinnapartin.

Løgmaður hevur tó eisini skotið upp at skipa eina breiða samgongu millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

- Tað hevði verið skilagott fyri føroyska samfelagið, so mann fekk stabilitet bæði í politisku skipanini og í samfelagnum við nøkrum semjum.

Men Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, hevur aðrar ætlanir og ynskir heldur at royna hin møguleikan við einari borgarligari samgongu, sambært løgmanni.

- Tá teir hava meiriluta í løgtinginum og ynskja at fara undir samráðingar, fari eg sjálvandi at virða tað, sigur Aksel V. Johannesen.

- So fáa vit at síggja, um teir náa á mál. Náa teir ikki á mál, eri eg sjálvandi til reiðar at fara undir at skipa nýggja samgongu, segði hann á FM1 og legði aftrat, at tað sær ikki út til at blíva til veruleika í løtuni.