Eftir at hava verið sjúkrameldaður í einar tveir mánaðir, er formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jarvin F. Hansen, komin aftur til arbeiðis.
Aðalfundur felagsins hevur verið útsettur vegna sjúku, men sambært formanninum verður fundurin lýstur at verða, 30. apríl í Læraskúlahøllini.
Tað var á væl møtta aðalfundinum í fjør, at Jarvin varð valdur til nýggjan formann í felagnum í kapping við Ann-Elisabeth. Eini 450 fólk vóru á fundi, og er hetta rættiliga góð uppmøting á aðalfundi felagsins. Vanliga eru eini 200-300 fólk á aðalfundi í pedagogfelagnum, men tá ið kapping er millum valevni, er áhugin vanliga nógv størri.
Tekur tað róligt
Jarvin F. Hansen váttar, at mannfall seinastu vikurnar hevur verið í nevndini í Føroya Pedagogfelag, men hann vil einki siga um orsøkina, og hann vil heldur einki siga um, hvørjir fyrrverandi nevndarlimirnir eru.
- Nú er hetta málið so nýtt, og tí fari eg at kunna limir felagsins um støðuna, áðrenn eg fari at kunna almenningin um viðurskiftini í felagnum, sigur formaðurin.
Jarvin sigur, at nevndin í felagnum eftir hansara tykki hevur samstarvað rímiliga væl ? og hevur drigið somu línu í fleiri málum.
- Men eg noyðist at ásanna, at nú hava fólk tikið seg úr nevndini, sum ikki verður fullmannað aftur fyrr enn á aðalfundi felagsins.
Hann vísir á, at felagið hevur ein tiltakslim.
- Eg eri júst komin aftur til arbeiðis, og eg ætli mær at taka tað róligt, til aðalfundurin verður, sigur hann.
Ikki frá sum er
Jarvin F. Hansen sigur, at hann er valdur til formann í Føroya Pedagogfelag fyri tvey ár, og tískil stendur hann ikki fyri vali á komandi aðalfundi.
Spurdur, um tað kann hugsast, at hann tekur avleiðingarnar av støðuni og fer at leggja frá sær, sigur hann:
- Sum er, leggi eg ikki frá mær, men annars havi eg ongar viðmerkingar til framtíð mína sum formaður í felagnum, sigur hann.
Sambært skipanini, standa tveir nevndarlimir fyri vali á komandi aðalfundi.
Jarvin sigur, at felagið nú fer undir at fyrireika aðalfundin, sum verður í Læraskúlahøllini um hálvan annan mánaða.
- Eg kundi hugsað mær, at aðalfundurin eisini var meira fakligur, t.d. við eini ráðstevnu, men stundir verða helst ikki at fyrireika hetta til aðalfundin komandi, sigur formaðurin, Jarvin F. Hansen.
Føroya Pedagogfelag er eitt lutfalsliga stórt felag við fleiri enn 1500 limum, harav nógv tann størsti parturin er kvinnur.
Myndatekstur: (Jarvin F. Hansen? )
- Eg taki tað róligt fram til aðalfundin sum verður um hálvan annan mánaða. Sum er, leggi eg ikki frá mær, men annars havi eg ongar viðmerkingar til framtíð mína sum formaður í felagnum, sigur Jarvin F. Hansen, sum varð valdur til formann í Føroya Pedagogfelag á seinasta aðalfundi