- Verðið eg valdur, má eg gera alt, eg kann, fyri at tosa restina av Javnaðarflokkinum til fornuft.
Hendrik Old, sum nú aftur stillar upp til løgtingsval fyri Javnaðarflokkin, vil ikki undir nøkrum umstøðum taka undir við samtyktini, sum flokkurin gjørdi á landsstevnu leygardagin um, at nú skal tilfeingisgjald ásetast fyri tey, sum fáa rættindi á fiska og at ala.
Hendrik Old hevur umboðað Javnaðarflokkin á tingi í fleiri valskeið og flokkurin hevur enntá valt hann til formann í fiskivinnunevndini, sum seinni bleiv til vinnunevndina, har fiskivinnumál verða viðgjørd.
Hann var eisini staddur á landsstevnuni leygardagin, tá ið flokkurin staðfesti, at hereftir skal tað kosta at fáa rættindini at troyta okkara náttúrutilfeingi.
Og Hendrik Old helt eina rættiliga eldhugaða røðu ímóti tilfeingisgjaldinum fyri at fáa flokkin frá hesi ætlan.
Men onki nyttaði, tí tá ið atkvøtt varð um tilfeingisgjaldið, var tað bara hann, sum atkvøddi ímóti og sostatt varð tað samtykt við stórum meiriluta.
Tosa til fornuft
Men hvussu fer tað so at rigga, at Hendrik Old stillar upp fyri ein flokk, hann er grundleggjandi ósamdur við í einum so avgerðand máli sum fiskivinnupolitikkinum? Og kann Javnaðarflokkurin verða stjórnarberandi í hesum máli í einari smalari samgongu, har Henrik Old kanska eigur avgerðandi atkvøðuna?
- Ja, tað er ein spurningur, sum er væntandi, men eg havi tvinnar kostir: Antin latið eg vera at stilla upp og missi alla ávirkan, ella stilli eg upp og royni at verða valdur, tí so kann eg royna at tosa flokkin til fornuft og fáa hann at ganga burtur aftur frá hesi ætlan.
Hann sigur, at hann hevur valt seinnu loysnina og verður hann valdur, fer hann at leggja alla orku í at fáa flokkin at broyta kós í hesum máli.
- Hinvegin nokti eg at trúgva, at spurningurin um at áseta tilfeingisgjald, verður fremsta málið við førda fiskivinnupolitikkinum hjá Javnaðarflokkinum. Fremsta endamálið má vera at skipa soleiðis fyri, at fiskurin verður avreiddur í Føroyum so at hann skapar arbeiðið til føroyskar hendur, bæði á fiskavirkjum og í teimum, sum arbeiða í øðrum vinnum, sum veita fiskivinnuni tænastur.
Men hvat hendir so, skuldi tann dagur komið, har tað kemur til skarpskeringar og tín atkvøða verður avgerðandi fyri um ein samgonga við Javnaðarflokkinum fær sett tilfeingisgjald í gildi ella ikki. Verður Hendrik Old tá flokstrúgvur ella atkvøður hann eftir síni sannføring?
- Tað má eg taka støðu til, skuldi tað komið hartil, sigur Hendrik Old og hann fæst ikki at útgreina svarið meiri.
Vitleys ætlan
Men hann staðfestir enn einaferð, at hann fer aldrin at taka undir við einum tilfeingisgjaldi.
- Tað er ein vitleys ætlan, tí tað fer bæði at beina fyri útjaðaranum og tí, sum er eftir fiskivinnuni.
Hinvegin hevur hann onki ímóti, at lóggeva soleiðis, at skip verða eggjað at avreiða í Føroyum fyri at skapa arbeiði her og tað kann gerast við at leggja gjald á skip, sum avreiða uttanlands.
Hann sigur, at eitt tilfeingisgjald fer at raka útjaðaran sera meint.
Hann hugsar serliga um arbeiðsfólkið á fiskavirkjunum. Men hann hugsar eisini um allar tær avleiddu vinnur, tað kastar av sær, at skip koma til lands at avreiða. Her er talan um smiður, elektronikmekanikarar, tey, sum selja proviant, sjóklæðir, olju og aðrar vinnur, sum veita skipununum tænastur.
Skulu vit áseta tilfeingisgjald, verða vit eisini noytt at avtaka allar avmarkingar, eisini forðingarnar fyri at avreiða uttanlands. Og fara skipini uttanlands at avreiða, keypa fara tey samstundis eisini at keypa allar sínar tænastur í havnini, har tey avrreiða.
Hevði verið øðrvísi
Hendrik Old ivast eisini stórliga í um undirtøkan í Javnaðarflokkinum fyri tilfeingisgjaldi í veruleikanum er so stór, sum landsstevnan vísti.
- Hevði Javnaðarflokkurin boðað frá frammanundan, at spurningurin um tilfeingisgjald skuldi viðgerast á landsstevnuni, er ongin ivi um, at fleiri fólk úr útjaðaranum høvdu møtt á fundi og so kundi altíð hent, at úrslitið av atkvøðugreiðsluni hevði verið øðrvísi.
Tað, sum ger hann upp aftur meiri avgjørdan, er, at nógv bendur á, at peningurin, sum kemur inn í tilfeingisgjaldi, skal leggjast í ein búskapargrunn akkurát sum tilfeingisgjaldið fyri makrelin.
- Ein búskapargrunnur er onki annað enn ein fullveldisgrunnur. Og tað undrar meg stórliga, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava góðtikið, at peningurin, sum kom inn fyri makrelin í ár, fór í ein grunn, sum skal skunda undir fullveldi, samstundis sum vaktarskipini vórðu løgd í bestu fiskitíð av tí, at vit ikki høvdu ráð at hava tey siglandi.
- Mær lysti at vita, hvat fólk høvdu sagt til, at vit ikki høvdu havt ráð til brennievni til sjúkrabilarnar á landi, samstundis sum vit settu milliónir í ein fullveldisgrunn, leggur hann turrisliga afturat.
- Men hetta er eitt talandi dømi um, hvussu hugburðurin til fiskivinnuna er blivin!
Takast frá manningunum
Hendrik Old er eisini sannførdur um, at hvørt oyra, sum verður kravt inn í tilfeingisgjaldi, fer at vera tikið inn aftur frá manningunum.
Tað er bara ein orsøk afturat til, at hann aldrin fer at taka undir við eini slíkari skipan.
- Flotin er illa sperdur og hýruprosentið er farið niður, samstundis sum at manningin nú eisini noyðist at rinda ein part av oljuni og minstulønina.
- Tað hevur havt so ógvusligar avleiðingar fyri manningarnar, at á summum góðum bátum eru hýrurnar lækkaðar eini 40.000 – 50.000 krónur.
Sum støðam er nú, eru ráðini ikki til at røkja skipini. Heldur ikki tey útgerðarfeløg, sum hava fingið fiskirættindi fyri einki, hava ráð til ábøtur.
- So hvørja ferð eitt oyra verður til taks, verður tað brúkt til alneyðugar ábøtur fyri at hava skipið sigland.
- Men nú ætlar landið sær eisini at taka hesi oyruni at leggja í ein fullveldisgrunn og hetta verður drepandi fyri fiskiflotan og harvið eisini útjaðaran.
Hendrik Old er sannførdur um, at vit fáa aldrin tey trý viðurskiftini: Tilfeingisgjaldið, royndirnar at fáa fiskin á land í Føroyum og royndirnar at varðveita hýruprosentið at sampakka, tí tey eru fullkomiliga mótstríðandi.
Hann harmast eisini um, at skipanin við fiskiloyvum er blivin misbrúkt, so at reiðarar, ið hava fingið loyvi frá landinum fyri einki, hava selt tey aftur fyri óteljandi milliónir, sum teir hava stungið í egnan lumma.
- Tað er hetta misbrúkið, sum hevur elvt til kravið um tilfeingisgjald. Men ístaðin fyri at áseta tilfeingisgjald, eiga vit stutt og greitt at steðga hesum misbrúki við at seta forboð fyri, at lovyi verða handlað, sigur Hendrik Old.
Les eisini greinina: Hendrik Old má boyggja seg og greinina: 5%