Napolion Magnussen
Hetta er, sum verða man, ein tung avgerð. Eg havi kanska ikki so øgiliga leingi verið limur, men eg havi altíð verið javnaðarmaður. Og tær hugsjónirnar fari eg uttan iva framvegis at bera.
Á seinasta ársfundi Javnaðarfloksins, ið var hildin her í Miðvági í november seinasta ár, umframt á einum floksleiðslufundi, hildin í Miðlahúsinum fyrr sama ár, nevndi eg eisini ónøgdina millum javnaðarfólk, at vit einki høvdu at spegla okkum í meira. Og tann spegilsmyndin er als ikki blivin betur síðan tá, men bara versnað.
Eg umhugsaði mína støðu fyri einum ári síðan, tá táverandi formaðurin í Framtaksgrunninum bleiv drigin ígjøgnum eina sera eirindaleysa og óndskapsfulla viðgerð. Tá valdi eg at siga sum minst alment, men nú er mær ovboðið. Tá nú stólurin verður ryktur undan 20 fólkum á Strandferðsluni á sama, ljóta og ómenniskjaliga hátt, og enn einaferð undir leiðslu Javnaðarfloksins, síggi eg at tað ikki var eitt einkult tilfeldi, men ein moralsk snaring á somu køldu og kynisku leið sum Fólkaflokkurin einamest er eyðkendur fyri, og sum eg als ikki vil standa aftanfyri á nakran hátt.
Hetta skal ikki misskiljast við at eg eri ímóti at flyta stovnar úr Havnini. Tað er alneyðugt, men skal gerast á ein virðiligan og sømiligan hátt við menniskjuligum atliti, ikki við jánkasligum, politiskum motivum.
Tað eru fleiri aðrar avgerðir og viðgerðir á sama bógv, ið eg ikki taki undir við og tískil ikki kann spegla mær í. Millum annað onkrar einskiljingartilgongdir og handfaringin av fiskivinnu okkara sum heild. Og so er ikki at gloyma ta viðgerð, ið kommunurnar hava fingið. Tær hava í fleiri førum fingið uppgávur og avgerðir smoygdar yvir seg uttan líkinda viðgerð og fyrireikingartíð, men bert fyri at fáa onkra fíggjarlóg at ganga upp. Og tað eru ætlanir við meira av tílíkum.
Í Javnaðarflokkinum eru nógv góð fólk. Har eru tó ikki fólk, ið duga at tryggja at hugsjónirnar verður fylgdar. Har eru, eftir mínum tykki, alt ov nógv fólk, ið góðtaka ymiskt sum gongur ímóti hugsjónum floksins, ov nógv, ið sita og forsvara avgerðir, ið eru langt av javnaðarkós.
Vónandi fær henda avgerð mín onkran at vakna, og antin at rætta Javnaðarflokkin á kós, ella at seta á stovn annan flokk við somu hugsjónum.
Tí javnaðarhugsjónini er tað brúk fyri til at uppihalda einum natúrligum balansa í føroyskum politikki.
Við Eirkstoftir á kvøldið, hin 4. mars 2007.