Ert tú spentur til sólarmyrkingina?
- Spentur og spentur. Eg havi ikki mist svøvnin av hesum, men sjálvandi er tað spennandi og ein framíhjárættur at uppliva eitt so serstakt og sjaldsamt náttúrufyribrigdi, sum hendan sólarmyrkingin í roynd og veru er.
Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, havnarmeistari hjá Runavíkar havn og varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu.
- Vit síggja stóra áhugan hjá fólki uttaneftir. Tey koma úr øllum og ymiskum heraðshornum og so langt burturi frá sum til ber at koma, og millum manna her hoyri eg tað sama.
Hann sigur, at á Havnarskrivstovuni í Runavík merkja teir so sanniliga eisini til hetta fyribrigdið, nú teir í eina tíð hava fyrireikað seg til at taka ímóti trimum ferðamannaskipum seinnapartin av hesi vikuni.
- "Black Watch” kemur hósmorgunin, og um kvøldið fer hann út aftur, fyri at ferðafólkini skulu síggja sólarmyrkingina til havs, og eftir sólarmyrkingina, leygarmorgunin koma “Braemer” og “Boudicca” til bryggju, eftir at ferðafólkini umborð hava sæð sólarmyrkingina undir landi í føroyskum sjóøki.
Hvar fert tú at verða, og hvat fert tú at gera fríggjamorgunin?
- Nú fáa vit eina positiva innrás av fremmandafólki hesar dagarnar sum ger, at Runavíkar kommuna næstan tvífaldast í fólkatali. Tað hevur við sær, at havnarmeistarin hevur nógmikið fyri hendurnar, eisini fríggjadagin. Alt eftir, hvussu alt annars fer at laga seg, fari eg at leggja meg eftir at síggja sólarmyrkingina so væl sum til ber. Helst verið eg her á okkara egnu leiðum.
Skilir tú, at útlendingar í stórum tali koma til Føroya at síggja hesa sólarmyrking?
- Nei, tað skilji eg als ikki. Hevði undir ongum umstøðum farið av landinum bara fyri at uppliva tveir minuttir av sólarmyrking. Og skuldi eg farið til Avstralia at ferðast, so hevði tað verið av øðrum orsøkum enn hesari.
Hevur tú upplivað/ hoyrt um aðrar sólarmyrkingar?
- Havi bara hoyrt tað sum flestu onnur hava hoyrt, serliga um sólarmyrkingina í 1954. Foreldur míni vóru stødd uttanlands um hetta mundið, og sjálvur varð eg borin í heim eitt ár seinri, so í næstu fjølskylduni havi eg av góðum grundum einki hoyrt um sama fyribrigdi, sum tá gjørdi vart við seg í Føroyum, sigur Tórbjørn Jacobsen.