– Eg nerti onki instrument í ár

– Fyri meg hevur tað verið eitt heilt ár, har man hevur krúllað sær skeggið eitt sindur, spekulerað og lagt til rættis, sigur Høgni Lisberg, bókari hjá G! Festivalinum

Á hvørjum einasta G! Festivali gjøgnum árini hevur Høgni Lisberg verið á palli og spælt sum tónleikari. Men ikki í ár. Í ár er hann í einum nýggjum leikluti - nevniliga sum bókari, sum er tann, ið finnur nøvnini, sum skulu spæla á G! Skránni.

 

– Eg nerti onki instrument í ár. Eg gangi við einari telefon klistraða til oyra allatíðina. Tað er eitt sindur øðrvísi. Men stuttligt og ræðuliga spennandi, sigur Høgni Lisberg.

 

Seinasta árið er nógv tíð farin til at fyriskipa G! Festivalin.

 

– Fyri meg hevur tað verið eitt heilt ár, har man hevur krúllað sær skeggið eitt sindur, spekulerað og lagt til rættis. Eisini ferðast fyri at hoyra tónleik og so víðari. Alt tað arbeiðið førir fram til hesa løtuna, tá G! fer á rull. Og vikan uppundir, tá fer ordiliga eldur í.

 

– Os so hendir alt tað, sum man hevur fyrireikað í eitt ár, í senn - uppá eina viku. Tað er ræðuliga kompromerað, sigur hann.

 

Tað hendir nógv hesar dagarnar, og tað merkist hjá stigtakarunum og starvsfólkunum á G! Festivalinum.

 

– Nógv fólk koma til landið, og nógv fólk eru í sving. Fleiri veteranar eru eisini her, sum hava fyriskipað G! í nógv ár sum eitt nú Sigvør Laksá og Kristfríð Tyril. So jú, festivalurin er í góðum hondum. Her eru nógv góð fólk, sum er super kekkaði, og tað er spennandi at vera við í tí, sigur Høgni Lisberg, sum trívist væl í hesum G!-rokinum. 

 

– Tað er ræðuliga intenst og nakrir langir dagar, har man er on frá mornustundini til langt út á náttina. Mær dámar tað ordiliga væl.

 

LES EISINI: Knút gleðir seg at spæla á G!

 

LES EISINI: Hósdagurin á G!

 

Mynd: Tordis Vang