- Eg noyðist at kæra

- Skuldsetingarnar eru somikið grovar og ógvusligar, at eg kenni meg noyddan at kæra bæði Kringvarpið og Portal.fo til Fjølmiðlanevndina, sigur Jørgen Niclasen. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum verjir seg við, at fútin longu hevur kannað málið, uttan at reisa nakra ákæru

- Skuldsetingarnar eru somikið grovar og ógvusligar, at eg kenni meg noyddan at kæra bæði Kringvarpið og Portal.fo til Fjølmiðlanevndina, sigur Jørgen Niclasen. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum verjir seg við, at fútin longu hevur kannað málið, uttan at reisa nakra ákæru.

 

Jørgen Niclasen tvíheldur um, at hann einki ólógligt hevur gjørt í tollmálinum.

 

Høvuðsargumentið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum er, at Toll & Skatt (sum í dag eitur Taks, red.) meldaði málið til løgregluna afturi í juli 1993. Fútin kannaði málið, men valdi ikki at gera nakað við tað.

 

- Tú kanst siga, at eg eri so ”heppin”, at málið varð meldað, og fútin staðfesti seinni, at her var einki at koma eftir. Hvat meira skal eg gera, spyr Jørgen Niclasen í fartelefonini úr Turkalandi, har hann er staddur í ørindum fyri Fólkaflokkin.

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur gjørt av at kæra tíðindaflutningin hjá Kringvarpinum og Portal.fo til Fjølmiðlanevndina.

 

- Her er talan um grova ærumeiðing. Eg noyðist at kæra hetta málið, sigur Jørgen Niclasen.

 

Sambært landsstýrismanninum í fíggjarmálum verður kæran send Fjølmiðlanevndini í næstu viku.

 

Jørgen Niclasen hevur annars als ikki hug til at fara inn í sjálvt málið og skuldsetingarnar um at alt ikki fór rætt fram, tá fyritøkan N. Niclasen í Sørvági skuldi avrokna tollin á sínari vøru.

 

- Eg má bara enn einaferð vísa á, at Toll & Skatt tá metti, at eg hevði gjørt nakað ólógligt, og meldaði málið til løgregluna. Fútin gjørdi so sínar kanningar og avhoyringar, men har er einki mál, argumenterar Jørgen Niclasen og heldur fram:

 

- Tá fútin spyr myndugleikarnar eftir fleiri upplýsingum, fær hann einki. Tá tann, sum meldar, ikki hevur fleiri upplýsingar at lata, tá fútin spyr eftir teimum, so er væl ikki meira at koma eftir, spyr Jørgen Niclasen nærum retoriskt.

 

Sambært Jørgen Niclasen gingu 15 ár, áðrenn hann fyrstu ferð hoyrdi um, at málið hevði verið meldað til løgregluna.

 

- Eg varð meldaður tá, uttan at fútin so mikið sum avhoyrdi meg. Hvat skal eg tá fyrihalda meg til, spyr Jørgen Niclasen.

 

Sum landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur Jørgen Niclasen evstu ábyrgd av Taks. Kortini hevur hann ikki biðið stovnin um at útgreina hetta málið, ið nú er blivið aktuelt.

 

- Nei, tað havi eg ikki gjørt. Eg haldi ikki, at eg sum landsstýrismaður skal biðja um slíkt, svarar Jørgen Niclasen.

 

Men kundi tað ikki verið við til at lýst málið, um tú fekk eina fullfíggjaða frágreiðing frá Taks?

 

- Nei, hetta er eitt gamalt mál, ið longu bæði er meldað til løgregluna og kannað av fútanum, svarar Jørgen Niclasen.

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur heldur ikki biðið fútan um eina fullfíggjaða frágreiðing.

 

- Nei, eg havi bara lisið niðurstøðuna hjá fútanum. Og hana fyrihaldi eg meg til, svarar Jørgen Niclasen.

 

Jørgen Niclasen fyrireikar í løtuni eina kæru til Fjølmiðlanevndini.

 

- Tá eg velji at kæra, má eg eisini grundgeva fyri, hví eg kenni meg vera fyri grovari ærumeiðing. So jú, í kæruni kemur eisini at vera ein frágreiðing um hetta málið, sigur Jørgen Niclasen.

 

Hóast fleiri løgtingslimir, bæði úr andstøðu og samgongu, eftirlýsa eina frágreiðing frá Jørgen Niclasen um hetta málið, so vil landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í løtuni ikki fyrihalda seg til annað enn kæruna til Fjølmiðlanevndina.

 

- Eg kæri málið, og í kæruni verður mín frágreiðing, svarar Jørgen Niclasen.

 

Spurdur, um hetta málið skaðar álitið á politisku skipanina, svarar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum:

 

- Tað mugu onnur meta um. Sjálvur haldi eg tað ikki, sigur Jørgen Niclasen og leggur afturat:

 

- Fútin hevur mett um málið og slept tí. Tí er tað løgið, at ávísir fjølmiðlar nú bæði skulu ákæra og døma meg. Tí eri eg noyddur at kæra málið til Fjølmiðlanevndina.

 

Tað hevur vakt eitt sindur av undran, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer til Turkalands í ørindum fyri Fólkaflokkin í hesum døgum og beint eftir at hann sendi út tíðindaskriv um málið.

 

- Hesin túrurin var lagdur til rættis fyri langari tíð síðani, svarar Jørgen Niclasen.

 

Les eisini: Fuglurin flogin til Turkalands