Eitt spildurnýtt andlit í føroyskum hondbólti er Finnur Hansson hjá H71. Hann er sonur spælandi venjaran Hans Guðmundsson og er sum vera man eisini spentur til finaluna í dag.
? Ein finala er sjálvandi heilt øðrvísi enn ein landskappingardystur, men eg rokni við, at vit vinna, sigur Finnur.
Tað einasta, hann óttast fyri, er, at onkrir av H71-leikarunum kunnua fara at undirmeta Kyndil, m.a. tí at H71 hevur vunnið allar tríggjar dystirnar, teir hava spælt móti Kyndli higartil hetta kappingarárið.
? Vit mugu vera 100 prosent klárir til dystin, tí vit vita, at teir fara at verða tað, sigur Finnur Hansson.
H71 hevur allar spælarar tøkar til dystin í dag. Halgir Dahl Olesen hevur verið skaddur í økslini, men var við móti StÍF seinasta vikuskifti og verður eisini við í dag. Andreas F. Hansen hevur eisini havt trupulleikar við økslini, men hann verður eisini við í dystinum móti sínum gamla felag.
Finnur Hansson sigur, at honum dámar væl í Føroyum. Hann visti ikki rættiliga, hvat hann skuldi vænta, tá hann kom higar, men sigur seg vera væl nøgdan. Og so er hann sjálvandi eisini í tí eitt sindur løgnu støðu, at hann spælir á sama liði sum pápi sín.
? Jú, tað er eitt sindur løgið. Hann var venjari hjá mær, tá eg var lítil, og eg sá nógv upp til hann. Áðrenn tað hevði abbi mín eisini verið venjari hjá mær, sigur Finnur og avdúkar sostatt, at hann kemur úr eini rættiligari hondboltsfamilju.
Hann væntar nógv fólk til dystin í dag.
? Vit hava sera góðar áskoðarar, og vit ætla okkum ikki at svíkja teir í dag, sigur hann.