Eftir 76 dagar langan steðg byrjar Premier League endiliga aftur í morgin. Tað er ongin loyna, at nógvir føroyingar eru eldhugaðir fjepparar av liðum í fremstu bretsku fótbóltskappingini, og hjá nógvum av hesum fyllir Premier League sera nógv í vikuskiftunum.
Í gjár segði Arsenal-fjepparin, Helgi L. Petersen, sínar hugsanir um komandi kappingarárið, og í kvøld er tað ein fjeppari hjá arvafíggindanum hjá Arsenal, Tottenham, ið verður spurdur teir tríggjar, obligatorisku spurningarnar. Hesin fjepparin er Oddbjørn Joensen, sum var venjari hjá HB, tá ið felagið vann sítt seinasta FM-heiti í 2013. Síðsta venjarastarvið hjá Oddbirni var úti á Argjum, har hann var venjari hjá AB síðsta kappingarár og ein part av hesum kappingarárinum.
Hvussu ber tað til, at tú heldur við Tottenham?
- Áðrenn útlendskar sjónvarpsrásir vóru komnar til Føroya kendi eg eina familju í Klaksvík, sum plagdi at fáa videobond sendandi frá donsku fótbóltssendingini "Tipslørdag", ið vísti enskar fótbóltsdystir. Tá ið eg endiliga sá dystirnar vóru teir ein ella tveir mánaðir forskotnir. Meg minnist, at mær dámdi serliga væl Glenn Hoodle hjá Tottenham, og soleiðis varð eg bitin av felagnum. Hetta hevur verið seinast í 70-árunum.
Hvør vinnur Premier League í ár?
- Eg rokni við, at Chelsea endurvinnur meistaraheitið. Viðvíkjandi Tottenham vænti eg ikki, at vit røkka topp-4, tí at tey fýra ovastu liðini frá í fjør eru øll ov sterk. Harafturat hevur Liverpool eisini keypt væl inn.
Eg meti, at Tottenham manglar at keypa tveir klassaleikarar. Ein miðvallara og ein áleypara.
Hvørjum leikara væntar tú tær nógv av?
- Eg vænti mær nógv av Harry Kane, Tottenham-framherja. Tað kann verða ringt hjá honum at endurtaka at verða so góður, sum hann var í farna kappingarári, men hinvegin er hann enn ungur og kann bara blíva betri. Men um hann skorar líka nógv mál, veit eg ikki.
Hetta var seinasta fjepparasamrøðan, áðrenn kappingarárið í Premier League fer av bakkastokki klokkan 12.45 í morgin, tá ið Manchester United tekur ímóti júst Tottenham.