Eg sakni Elis og alt vit høvdu saman

– Vit livdu saman í 45 deilig ár, sigur Jonna Krog Poulsen, einkja eftir útvarpsmannin Elis Poulsen

Sløk tvey ár eru gingin, síðani Jonna Krog Poulsen misti mannin, hon hevði livað saman við í næstan hálvan øld.

Tað var tann 22. juli í 2019, at landskendi útvarpsmaðurin Elis Poulsen, sum hevði verið sjúkur av Parkinson, doyði. Elis var fólkakærur útvarpsmaður, sum gjørdi útvarp til stóru fjøldina, og nógvir føroyingar mundu kenna sakn, tá ið kenda røddin tagnaði.

– Tað var heilt óveruligt, at hann skuldi doyggja, sjálvt um eg visti, at tað fyrr ella seinri fór at verða so, sigur Jonna Krog Poulsen við Sosialin.

Tíðin eftir deyðan hjá Elisi var sum vera man tung fyri familjuna.

– Tað var so undaligt at koma heim aftur, og øll hansara ting og alt stóðu her, og hann var burtur. Tað hevur tikið langa tíð at bara fata at hann er burtur fyri altíð, og helst fati eg tað ikki heilt enn. Eg veit, at hann er hinumegin og bíðar eftir mær, og at vit skula hittast aftur, sigur Jonna.

Tað var eitt stórt tómrúm hjá Jonnu, tá ið Elis var farin, og soleiðis er tað framvegis.

– Eg sakni Elis og alt tað, sum vit gjørdu og høvdu saman. Hugnaligu løturnar, ferðingina, dansin, og at tað altíð var okkurt í gongd. Vit nutu hvønn einasta dag, musikkur og dansur fylti nógv, og síðani Elis fór, havi eg lurtað nógv eftir tónleiki, sum gevur mær gleði og góð minni. Tá man hevur havt eitt langt og gott lív saman, so livur man við minnunum og gleðist um alt tað góða, vit gjørdu saman, sigur Jonna.

Longri samrøða við Jonnu Krog Poulsen kann lesast í Sosialinum, sum er komin út til páskir.