Bussarnir vóru givnir at koyra, so Jón Dahl-Olsen var fittur og játtaði at koyra svágin á Gomlurætt, so hann kundi sleppa hem við Teistanum.
Teistin sigldi 17.20 so okkurt um trý korter til fimm løgdu teir báðir úr Havn. Svágurin slapp umborð í góðari tíð, men hvørgin teirra grunaði tá, at svágurin skuldi vera tann fyrri at koma heim.
Tí komin niðan á Velbastaðsháls renur Jón Dahl-Olsen seg fastan í illveðrinum.
- Tað var sjálvandi ringt veður, tá vit fóru á Gomlurætt, men tá beint eftir klokkan fimm brast hann brádliga á nógv verri enn áður. Tað vóru so ring koyrilíkindini, at ein sá ikki sporini eftir bilunum, sum høvdu koyrt framman fyri bara nakrar minuttir áðrenn, sigur hann.
At enda gjørdist ikki meiri, hann sat fastur.
- Eg ringdi fyrst til nakrar vinmenn, sum bjóðaðu sær at koma eftir mær í einum størri bili, men hvat, komnir upp á Velbastaðsháls stóðu teir eisini fastir. So um ikki annað, so vóru vit í góðum selskabi, har vit sótu í illveðrinum, sigur Jón Dahl-Olsen.
Teir vóru ikki einastu bilarnir, sum vóru fangaðir av illveðrinum.
- Har stóðu eini fýra aðrir bilar og onkur teirra hevði koyrt út av. Harumframt stóðu tveir bilar, sum fólk vóru farin úr, allarhelst er onkur komin eftir teimum, sigur Jón Dahl Olsen.
Tá tað gjørdist teimum greitt, at vinmenninir eisini stóðu fastir, máttu teir ringja eftir hjálp.
- Samskifti við brandstøðina var fram úr gott alla íðina. Tey lovaðu at koma eftir okkum beinanvegin, men bóðu okkum skilja, at tað kundi taka eina løtu at vinna vegin fram. Eg rendi meg fastan klokkan 17, og brandbilurin kom eftir mær klokkan 22, so vit sótu eina løtu. Tað bilti tó ikki, tí vit vistu, at teir vóru á veg og høvdu gott samskifti við teir allan vegin, sigur hann.
Eitt, sum kann gerast vandamikið, tá ein situr veðurfastur í bili, er um kuldin byrjar at fáa fastatøkur á tær. Hetta bilti tó ikki hjá Jón Dahl-Olsen.
- Vit vóru fleiri í bilinum og eingin okkara hevði ilt við at halda hitan, tíbetur. Men tað var deiligt at sleppa inn í brandbilin, tá hann kom, sigur hann.
Tað kom heldur illa við hjá Jóni Dahl-Olsen at sita veðurfastur í gjárkvøldið. Hann gongur á maskinmeistaraskúla og skuldi møta í roynd í morgun klokkan átta.
- Tað gekk tíbetur bara heilt væl, sigur Jón Dahl-Olsen tá vit tosa við hann beint eftir royndina.
Jón Dahl-Olsen sigur, at brandfólkini gjørdu eitt megnar arbeiði í gjár.
- Teir komu eftir okkum, hjálptu til við at grava fólk leys og koyrdu so allan vegin til Gomlurætt fyri at tryggja sær, at fólk ikki sótu eftir har ella á vegnum onkustaðni, sigur hann.
Bilurin hjá Jóni Dahl-Olsen stendur enn á Velbastaðshálsi.
- Har var framvegis ódnarveður, tá brandbilurin kom, so ikki var hugsingur um at royna at koyra við mínum egna bili, so hann stendur enn har uppi. Eg fari ein túr eftir honum seinnapartin, sigur Jón Dahl-Olsen.