- Tað kemur ikki upp á tal at selja helvtina av Føroya Lívstrygging til nakran annan enn fakfeløgini.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, nú LÍV stendur á gáttini til at vera selt.
Tað sá annars so einfalt út, tá 17 fakfeløg hálvan desember í fjør boðaðu frá, at tey nú keypa helvtina av Føroya Lívstrygging. Keypssáttmáli varð undirskrivaður fríggjadagin 14. desember, og við honum keyptu fakfeløgini helvtina av LÍV fyri 35 milliónir krónur. Hin helvtin skal, sambært lóg, latast Ognarfelagnum LÍV.
Tryggingareftirlitið hevur higartil ikki vilja góðkent sp/f Fakfelag, sum fakfeløgini stovnaðu til endamálið, sum ein møguligan keypara.
Samstundis hevur TF Holding eitt standandi tilboð um at keypa helvtina av LÍV.
Men tað verður eingin annar, ið sleppur fram at tí helvtini av Føroya Lívstrygging, ið Vinnumálaráðið er á gáttini til at selja.
- Nei, vit arbeiða bara við tí møguleikanum, at fakfeløgini keypa. Ber tað ikki til, so haldi eg ikki, at landið yvirhøvur skal selja. Um neyðugt, so fari eg í løgtingið við neyðugu lógarbroytingunum, soleiðis at ætlaða sølan kann annulerast, sigur Johan Dahl avgjørdur.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur seg tó framvegis vænta og vóna, at tað fer at eydnast at selja helvtina av Føroya Lívstrygging til fakeløgini.
Hoyr samrøðu við Johan Dahl her: