Eg skammi meg ikki longur

- Tað hevur jakstrað meg nógv, at eg onki gjørdi. Í so og so nógvar minuttir tók hann ræðið á kroppinum hjá mær, og eg gjørdi onki annað enn at siga nei nakrar ferðir. Láturligt, hvussu ein fer at hata seg sjálvan fyri ikki at hava gjørt nóg mikið, tá tað ikki er ein sjálvur, sum hevur gjørt nakað skeivt, fortelur 27 ára gamla Kristina í dag - 12 ár eftir, at hon varð neyðtikin

Tað er leygardagur 7. mars í 1992, og klokkan nærkast trý um morgunin. Tann hvíta klokkan við teimum svørtu pinnunum og sekundvísarunum gongur sína trúføstu gongd. Men í rúminum saman við klokkuni hendir nakað, sum kemur at merkja 15 ára gomlu Kristinu restina av lívinum.
Hon sigur nei. Hann, sum er 22 ára gamal, er fullur, og góðtekur ikki svarið, hann hevur fingið. Hann heldur á at trýsta.
? Góði ikki? Hetta er onki gott, sigur hon.
Men lítið hjálpir.
? Halt kjaft og njót tað!
Hann heldur fast niður á hálsin á henni, meðan hann ger seg inn á hana.
Klokkan á vegginum er nú 4.45. Kristina liggur og hyggur, meðan hon gongur. Hann liggur avdottin við síðuna av. Og soleiðis verða tey liggjandi. Hann sovandi, meðan hon liggur og starir eftir klokkuni.

---

Um tíðin verður spolað aftur, til áðrenn alt hetta hendi, so kom Kristina at kenna Jógvan nakrar mánaðir frammanundan. Hann var soooo sjeikaligur og vælumtóktur millum tær yngru genturnar. So tað var ikki eiti á, tá tey bæði byrjaðu at tosa um, at Kristina skuldi koma norður at vitja okkurt vikuskiftið.
Tey búðu á hvør síni oyggj, so tá vikuskiftið upprann, fór Kristina glaðbeint avstað. Mamman var ikki heilt trygg við tankan, um at lata 15 ára gomlu dótrina fara avstað at vitja ein sjeik, men gav at enda eftir.
? Bummurin á ferguni fór niður, og eg sá hann í bilinum. Tá hugsaði eg, at kanska átti eg ikki at farið. Kanska tað hevur verið ein sætti sansur ella okkurt líknandi, greiðir Kristina frá, sum tó leggur afturat, at tað ikki var komið henni til hugs, at nakað fór at henda.
Í bilinum á veg heim til hansara buldrar Extreme í hátalarunum. Tey koma uppá pláss, og heilsað verður uppá foreldur og so víðari. Fríggjakvøldið gongur sína gongd.

---

Leygarkvøldið heldur ein av vinunum hjá Jógvani veitslu. Tey fara hagar, og Jógvan verður skjótt fullur.
? Eg keddi meg av hundunum til. Eg kendi ongan og vildi bara sleppa at sova, so eg kundi sleppa heim aftur dagin eftir, minnist Kristina.
Tey fara so heim aftur til Jógvan. Kristina letur seg úr, leggur klæðini á ein stól við songina og fer undir dýnuna.
? Eg minnist, hvussu ilt eg fekk. Eg lá bara har og bíðaði til tað var yvirstaðið. Og tí hann var so fullur, so tók tað so langa tíð, greiðir Kristina púra róliga frá.
Hon skríggjaði ikki. Hon lá bara har.
? Tað hevur jakstrað meg nógv, at eg onki gjørdi. Í so og so nógvar minuttir tók hann ræðið á kroppinum hjá mær, og eg gjørdi onki annað enn at siga nei nakrar ferðir. Láturligt, hvussu ein fer at hata seg sjálvan fyri ikki at hava gjørt nóg mikið. Serliga tá tað ikki er ein sjálvur, sum hevur gjørt nakað skeivt.

---

Tá Kristina fór heimaftur dagin eftir, hugsaði hon bert um, hvat hon skuldi siga. Vinkonurnar fóru, sum vera man, at forvitnast, og tí skuldi ein søga vera klár. Tá alt kom til alt, so vildi hon als ikki heim, tí hon var so flov, og harafturat skammaði hon seg.
Heimkomin fór Kristina beinleiðis í brúsuna.
? Eg stóð leingi frammanfyri speglinum og hugdi, um man sá nakað á mær. Men eg helt ikki, at har var nakað at síggja.
Vinkonurnar vóru sjálvandi spentar at vita, hvat var hent. Men Kristina fortaldi onki. Fyri bestu vinkonuni segði hon, at Jógvan hevði tvingað hana í song við sær, men tá vinkonan segði, at so var tað neyðtøka, avnoktaði hon blankt.
? Eg helt, at eg sjálv hevði skyldina, tí eg hevði ikki gjørt nóg mikið. Harafturat so kundi tann, sum eg metti verða sjeikur hjá mær ikki neyðtakxa meg.

---

Í januar 1993, knapt eitt ár eftir, kom Kristina saman við einum drongi, sum hon hevði verið forelskað í leingi.
? Eg minnist væl, tá vit fóru í song saman fyrstu ferð. Alt kom fram fyri meg aftur. Klokkan, kenslurnar, rúmið. Alt. Aftaná segði eg við hann, at eg var ikki klár til hetta, og tað góðtók hann eisini, sjálvt um hann ikki visti, hvat var hent.
Eftir loknan 10. flokk fór valdi Kristina at fara at vitja systir sína, sum búði uttanlands. Hon skuldi verða burtur í eitt longri tíðarskeið.
Systrarnar báðar sóust ikki nógv, tí eldra systurin var flutt úr Føroyum sum ung, so tá Kristina kom á vitjan, sótu tær mangan uppi langt út á náttina og prátaðu um alt, sum var hent í Føroyum seinastu árini.

---

Eitt kvøldið tá systrarnar sótu og prátaðu, kemur tosið inn á Jógvan. Tað endar við, at Kristina fortelur systur síni, at hann noyddi hana í song við sær. Systurin, sum er seks ár eldri enn Kristina, var sjálvandi beinanvegin fullgreið yvir, hvat hetta snúði seg um. Men Kristina helt áfram at nokta, at talan var um neyðtøku. Í fyrsta umfari fekk systirin ikki so nógv úr henni, men dagin eftir valdi Kristina at skriva meginpartin av tí, sum var hent niður í eina bók, sum hon kallaði svarta bók. Tá systirin hevði lisið, hvat Kristina hevði skrivað, segði hon klárt og týðiliga, at her var talan um neyðtøku.
? Tað var fyrsta ferðin, at eg lovaði mær sjálvari at hugsa, at tað var neyðtøka. Og eg veit eisini, at um systur mín ikki hevði spurt, so hevði eg heldur onki sagt.
Hetta hendi 18 mánaðir eftir sjálva neyðtøkuna.
Avtalað varð so, at Kristina skuldi fáa serkøna hjálp. Hon fór til ein sálarfrøðing í býnum, og hendan royndi at fáa rættiligt hol á, men tað eydnaðist ikki heilt.
? Eg tosaði nógv, men hon bleiv við at siga við meg, at eg var ikki nóg óð, og at eg fortaldi ikki alt. At enda segði hon, at eg kundi gott siga tað á føroyskum, um eg vildi. Bara tað kom út. Tað endaði so við, at eg fekk sagt rættiliga nógv, men eg fortaldi ikki alt í smálutum, sum var hent.
Eftir at hava gingið eina tíð hjá sálarfrøðingi, noyddist Kristina heim aftur til Føroya. Vitjanin varð av onkrum serligum umstøðum heldur knappliga avbrotin. Og um hetta mundið hevði systur Kristinu ringt heim og fortalt foreldrunum, sum framvegis onki vistu, hvat var hent. Eisini hevði Kristina sjálv ringt til sjeikin og fortalt honum tað.

---

Kristina var glað fyri at vera heimaftur komin. Tað gekk ein tíð, og alt gekk sína vanligu gongd. Men so eitt kvøldið, tá hon og sjeikurin skuldu rættiliga hugna sær, breyt múrurin saman, og hon fór at gráta.
? Hetta var fyrsta og einasta ferðin, eg græt ordiliga hysteriskt um tað, sum var hent. Meðan eg græt, kláraði eg at fortelja honum tríggjar teir týdningarmestu smálutirnar, sum eg ikki hevði fortalt fyri nøkrum øðrum.
Mammuna fekk Kristina sjálvandi eisini tosað við. Hon hevði uppdagað, at okkurt var hent, men hvat tað var visti hon ikki. Tað kom als ikki mammuni til hugs, at júst hetta var hent fyri dóttir hennara.

---

Í dag fyllir hetta ikki nógv í lívinum hjá Kristinu. Hon er komin víðari. Tað eru liðin 12 ár síðani neyðtøkuna, og nú vendist alt ikki í henni longur.
? Eg eri 27 ár í dag, og eg eri fullgreið yvir, hvat tað var, sum hendi. Eg hugsi um tað viðhvørt, men eg fái ikki ilt av tí. Eg skammi meg ikki longur. Eg hugsi bara, at hatta er eitt av tingunum, sum hava gjørt meg til tann persón, eg eri í dag. Men um eg hevði verið øðrvísi, um tað ikki var hent, veit eg ikki.
Nærmastu vinir og familja vita nú, hvat Kristina var úti fyri sum 15 ára gomul. Kristina sigur sjálv, at tá kjakið kemur inn á neyðtøku, so velur hon antin at rýma út ella at sita pinnastill og lurta.
Tá hon verður spurd um, hví hon ikki valdi at melda tað, spyr hon bara, hvussu hon skuldi havt prógvað tað.
? Tað vóru ongi sjónlig merki á mær, og tá so long tíð er liðin, so verður tað bara verri og verri at prógva fyri ikki at siga, at tað als ikki ber til.
Men Kristina er ikki beisk. Bara kedd.
? Mest av øllum, eri eg kedd av, at hatta skuldi henda fyri mær. Tá eg til dømis síggi ein film um neyðtøku ella fjølmiðlarnir viðgera tað, so hugsi eg bara, at hatta var nakað, sum einaferð hendi fyri mær.

??????
FAKTA
Skrásetta talið av neyðtøkum og blygdanarskemd og øðrum í Føroyum var í 1997 23. Í 2002 var talið hækkað til 42

- Nøvnini í greinini eru ikki røttu nøvnini. Kristina valdi av persónligum ávum at vera ónavngivin
???????????
Dagbókbrot

25.09.1993
Í morgin skuldi eg upprunaliga til ráðgeving, men tað var so forbiðið dýrt, so at eg havi avlýst. Men vit ringdu til eitt annað stað, har tað er bíligari, og eg vænti, at eg sleppi fram at skjótt. Eg hopi tað, tí eg eri móð og troytt av øllum hesum nú. Eg orki ikki meira, vil bara sleppa víðari við mínum lívi?.
?.nú havi eg endiliga fingið mót til at skriva alt niður, sum hendi. Og systur mín hevur fingið meg at viðurkenna, at tað veruliga var neyðtøka. Eg segði nei, men hann gjørdi tað allíkavæl. So tað var neyðtøka, sjálvt um tað var heima hjá honum, og vit fjasaðust.

08.10.1993
Og so droymdi eg aftur í nátt. Nú kann vera nokk. Eg tók systur mína upp á orðið og ringdi til eitt center í morgun. Eg fekk eina avtalu við tey, at eg skal koma inn at tosa við ein ráðgeva mánamorgunin klokkan 11. Well, here goes!
Vit fara eisini at ringja til mammu í morgin, tá fari eg at siga henni alt. Eg má!
?eg gleði meg til eg havi fingið byrjan upp á endan av hesari marruni?.