Eg skilji væl at fólk halda at tað er keðiligt

Tórshavnar býráð fer nú at viðgera um fólk, sum ikki búgva í Tórshavnar Kommunu, skulu rinda fyri at koyra við Bussleiðini, serliga útlendsk ferðafólk

Tey, sum búgva í Tórshavnar Kommunu skulu framvegis koyra ókeypis við Bussleiðini. Tað liggur púra fast, sigur Jákup Dam, býráðslimur í Havn, og formaður ú Teknisku Nevnd hjá býráðnum.

 

Men so er spurningurin, um eisini øll onnur skulu kunna koyra ókeypis, leggur hann afturat. Her hugsar hann fyrst og fremst um útlendsk ferðafólk, men hann hugsar eisini um fólk, sum ikki búgva í Tórshavnar Kommunu.

 

Herfyri mælti ein annar býráðslimur, Annfinn Brekkstein, til at skipanin við ókeypis Bussleið verður avtkin. Ístaðin skulu fólk, sum býr í Tórshavnar Kommunu, ístaðin fáa eitt borgarakort, tí so kann leggjast soleiðis til rættis, at pensjónistar, lesandi, og kanska aðrir bólkar við, framvegis koyra ókeypis, ella kanska fyri hálvan prís.

 

Men Jákup Dam sigur, at tey fara ikki at gera mun á havnarborgarum. Hinvegin skilur hann væl, at nógv fólk illneitast inn á, at útlendsk ferðafólk koyra ókeypis við bussunum. Hann sigur, at til tíðir gera útlendsk ferðafólk nógv av at koyra ókeypis. Og hann sigur, at hetta er ein spurningur, tey nú fara at taka upp.

 

 

Les eisini: Tað verður av ongum

 

 

Hann sigur, at býráðið hevur vent sær til donsku fyritøkuna, Cowi, sum eru serfrøðingar á økinum og biðið tey koma við einum tilmæli um hvussu Bussleiðin kann skipast.

 

Eitt, sum Cowi skal kanna í hesum sambandi, er, um tað ber til at skipa ferðaætlanina betri. Men í hesum sambandi skal spurningurin um útlendsk ferðafólk, og fólk, sum annars ikki búgva í Tórshavnar Kommunu, eisini takast til viðgerar, sigur formaðurin í Teknisku Nevnd.

 

Men hann hevur kortini ikki varhugan av, at tað er nakar trupulleiki, at fólk, sum ikki búgva í Tórshavnar Kommunu, koyra ókeypis. Men hann dugir væl at síggja trupulleikan við, at útlendsk ferðafólk í stórum tali koyra ókeypis.

 

Hann dugir ikki at síggja, hvør loysnin kann vera, men Cowi hevur kanska svarið upp á, hvussu hesi viðurskifti kunnu skipast, sigur Jákup Dam.