Spurdur um hann helt hetta vera besta dystin, sum hann hevði leikt hetta kappingarárið, svaraði Petur, at tað visti hann nú ikki. - Tað hava verið nakrir góðir dystir. Í dag havi eg nakrar bjargingar beinanvegin, og so koyrir tað bara, greiðir málverjin frá, sum eisini leggur dent á, at verjan stóð seg sera væl í dystinum.
Seinasta ár var hann ein av kyndilsleikarunum, sum í seinastu løtu mistu gullið á gólvið, og spurdur um hetta eisini hevði sítt at siga, var íslendingurin sera avgjørdur.
- Í fjør kláraðu vit tað akkurát ikki, og í steypafinaluni í ár vunnu vit heldur ikki, hóast vit høvdu allar møguleikar. Tað skuldi ikki gleppa tríggjar ferðir á rað, og tað gjørdi tað tíbetur heldur ikki, segði ein fegin málverji eftir dystin.