Tað var í endanum av mars mánaði, at Boris Johnson varð staðfestur positivur við korona-virus, covid-19. Forsætisráðharrin varð lagdur inn á St. St. Thomas' Hospital í London seinasta sunnudag - tíggju dagar eftir, at hann hevði fingið staðfest korona.
Mánadagin versnaði støðan hjá honum, og hann endaði á intensivari deild, har hann varð liggjandi fram til mikudagin í hesi vikuni. Tá var hann so frægur, at hann varð fluttur á vanligu seingjardeildina aftur.
Boris Johnson fekk súrevnisviðgerð, meðan hann var á intensivari deild, men sambært talsmanni hansara var hann ongantíð í respiratori.
Pápi Boris Johnson, Stanley Johnson, sigur, við BBC, at soninum tørvar nógva hvíld eftir sjúku og viðgerð, og sjálvur skal forsætisráðharrin hava sagt, at hann skyldar sjúkrarøktarfrøðingunum á deildini, har hann lá, sítt lív.
Sambært Sky News hevur Boris Johnson sagt við vinir, at bæði læknar og sjúkrarøktarfrøðingar góvu honum eina fyrimyndarliga góða viðgerð.
Stanley Johnson hevur eisini sagt við BBC, at hann ivast í, um sonurin eftir sjúku og viðgerð kann fara beint aftur í Downing Street og halda fram, har hann slepti, tí hann metir, at Boris Johnson hevur brúk fyri tíð at koma fyri seg aftur.