Eg slapp at liva tí ein annar doyði

FEKK LÍVIÐ. Tað er ræðuliga stórt at hugsa sær, at eitt ungt menniskja mátti doyggja, fyri at eg kundi sleppa at liva, sigur 16 ára gamli Rólant Reginsson Biskopstø í Klaksvík

- Eg sleppi ongantíð aftur at eta skerpikjøt, turra grind og ein reyðan búff. Men eg eri sloppin at liva, so eg haldi, at tað er ein bíligur prísur at gjalda.
Rólant Reginsson Biskopstø í Klaksvík er ein fittur og eygagóður unglingi.
Tann fimta november 2010 varð hann føddur fyri aðru ferð.
Henda dagin fekk hann eitt nýtt hjarta á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.
Longu tá ið hann var 13 ára gamalur, orkaði hjartað, hann var føddur við, ikki meir.
Tað hevði bara 10% eftir av orkuni, og einasti møguleikin hjá Rólanti var, at hann fekk eitt nýtt hjarta.
Tað fekk hann hendan heystardagin fyri tveimum árum síðani.
- Tá ið eg var ringast fyri, gekk eg ikki trappurnar upp á loft, sigur hann.
Níggju mánaðir eftir, at hann hevði fingið nýggja hjarta, var hann sama dag uppi á trimum høgum fjallatindum.
Sunnudagin helt Rólant fyrilestur í Hjartabarninum, sum er felagsskapurin fyri børn við hjartafeili og familjum teirra, og tá hittu vit hann at tosa um hesa tíðina, síðani hann varð sjúkur og um hansara endurfødda lív við nýggjum hjarta.
Til Rólant var 13 ára gamal var hann ein púra vanligur drongur.
Men beint upp undir summarfestivalin í 2009 legðist hann ógvuliga ússaligur við fepuri.
Læknarnir sóu á røntgenmyndunum, at hjartað var alt ov stórt, so hann varð sendur á Landsjúkrahúsið, har fleiri kanningar vórðu gjørdar og síðani varð gjørt av at senda hann niður á Ríkissjúkrahúsið.
Kanningarnar á Ríkissjúkrahúsinum vístu, at hjartað var so illa fyri, at einasti útvegur var at fáa nýtt hjarta.
- Eftir hetta fylgdi eitt hav av kanningum at tryggja, at eitt nýtt hjarta passaði so væl til mín sum gjørligt, at minka sum mest um vandan fyri, at immunverjan í kroppinum stoytti tað frá sær.
Men tað gekk sjáldsama skjótt fyri seg hjá Rólanti.
- Eg varð settur á bíðilista mánadagin 1. november og longu fimm dagar seinni, fríggjadagin 5. november, var eitt hjarta klárt til mín.
- Seinnapartin hendan fríggjadagin kom ein sjúkrasystir strálandi inn á kamarið og ynskti mær til lukku. Eg var eitt sindur ørkymlaður og visti ikki, um hon meinti við, at onkur fylti, men so fekk eg at vita, at tey høvdu funnið eitt nýtt hjarta.
Longu klokkan átta fríggjakvøldið varð Rólant lagdur undir skurð og fekk tað nýggja hjartað.
- Læknarnir søgdu, at tað var ómetaliga heppið, at tað gekk so skjótt. Teir søgdu, at mítt hjarta var so veikt, at høvdu nakrar vikur gingið, hevði eg ikki staðið her í dag, sigur hann.

Lívgandi vitjan
Allan leygardagin, dagin eftir skurðviðgerðina, lá hann í respirator og svav, men longu sunnudagin var hann tikin úr respiratorinum, og tá fekk hann sína fyrstu máltíð aftur. Hetta var ein Lolly ísur, men aftaná fekk hann høsnarunga og kips.
Longu mánadagin varð hann koyrdur fram á gólv og settur í ein stól at sita, og skjótt fór hann eisini sín fyrsta túr til gongu.
Tað gekk smáligt í fyrstuni, men so gekk skjótt framá.
- Eg fór skjótt at føla meg so mikið væl fyri, at tíðin á Ríkissjúkrahúsinum fell long, sigur Rólant.
Men nógv varð gjørt fyri at stytta sjúklingunum um stundirnar, bæði á Ríkissjúkrahúsinum og á Hotel Tórshavn.
- Vit fingu vitjan av klovnum og øðrum, sum gingu runt at undirhalda. Vit fingu eisini vitjan av kendum fólkum.
- Tann eina dagin var kendi rasarakoyrarin, Jason Watt, og vitjaði meg. Vit prátaðu eina góða løtu og koyrdu kapp á Play Station. Og eg vann, hóast Jason bedýraði, at hann ikki læt meg vinna við vilja, flennur Rólant.
- Tað var lívgandi at heilsa upp á Jason Watt, sum alla tíðina sýntist at vera í góðum lag, hóast hann varð ómetaliga hart raktur, tá ein vanlukka setti hann í koyristól.
Ein annan dagin spurdu tey Rólant, um hann vildi hava vitjan av Jesper Grønkjær, sum akkurát var staddur á Ríkissjúkrahúsinum tá.
- Eg ánaði ikki, hvør tað var. Men tá ið tey so søgdu mær, at hann var øgiliga kendur fótbóltsspælari, tók eg av innbjóðingini, so kundi eg í minsta lagi reypa eitt sindur fyri mínum fótbóltsáhugaðu vinfólkum, so vit prátaðu saman eina góða løtu.
Rólant hevði eisini vitjan av kendum føroyingum, eitt nú Lisu Frederiksberg og
x-factor vinnarunum, Lindu Andrews, Guðruni Sólju Jacobsen og Sáru, umframt øðrum úr x-factor.
Eisini danskir miðlar hoyrdu um Rólant og danska vikublaðið, Familie Journalen, hevði eina drúgva grein um hann.
Hotel Tórshavn hevur ein buss, og við honum vóru vit nógvar útferðir alla møguliga staðni.
Ein serlig løta var, tá ið Rólant slapp at heilsa upp á læknan, sum hevði skurðviðgjørt hann.
- Tað var stórt at sleppa at heilsa upp á mannin, sum hevði givið mær lívið. Eg takkaði honum fyri tað nýggja hjartað, men tá varð hann rættiliga avgjørdur.
Læknin segði, eg skuldi ikki takka sær. Skuldi eg takka nøkrum, skuldi eg heldur takka familjuni, sum hevði mist eitt ungt menniskja, og sum hevði gjørt av at lata hjarta, so at eg kundi sleppa at liva víðari.
Rólant sigur, at tað er loyniligt, hvaðani hjartað kemur.
- Tað einasta, tey vilja siga mær, er, at talan er um eitt ungt, sterkt hjarta, sigur hann.
- Men ógvuliga takksamur eri eg, leggur hann afturat.


Upp á høgar tindar
Eftir at hava verið í Danmark í sjey mánaðir í sambandi við skurðviðgerðina, gekk leiðin heim aftur við Norrønu, og tað var av tilvild ein countrytúrur, so har varð hann róptur fram at heilsa upp á kend fólk, sum countrykongin, Hall Joensen, sangaran Kristinu Bærendsen og skemtaran, Hilmar Jan Hansen.
Heimkomin var stór mottøka at bjóða honum vælkomnum heim aftur, og har vóru vinfólk hjá mær, systkin, ommur og mostrar og vinfólk hjá foreldrunum.
Rólant R. Biskopstø sigur, at tað gekk ómetaliga skjótt framá, og kroppurin hevur tikið væl í móti nýggja hjartanum.
- Eg havi gingið nógv í fjøllunum og havi verið uppi á fleiri fjallatindum og longu níggju mánaðir eftir, at eg fekk nýggja hjartað, vóru vit –sama dag- uppi á Háfjalli, sum er 647 metrar, uppi á Hálgafelli, sum er 503 metrar og uppi á Klakki, sum er 414 metrar.
- Tað stóð ikki á, sigur Rólant.

Bíligur prísur fyri lívið
Men hóast Rólant hevur tað sum fiskurin, slepst ikki undan, at lívið hevur nakrar avmarkingar.
- Eg taki nógvan heilivág at skerja immunverjuna fyri at minka um vandan fyri, at kroppurin leypur á hjartað og stoytir tað frá sær. Tað er ein javnvág, sum skal haldast ógvuliga neyv, tí taki eg ov nógvan heilivág, verður immunverjan so veik, at eg verði sjúkur av øllum handa slagi, men taki eg ov lítið, verður hon ov sterk og kann stoyta hjartað frá sær.
Men tað gongur alt upp á stás. Heilivágurin skal takast upp á klokkuslett klokkan 12 á miðdegi og á midnátt, 10 tablettir um dagin og sjey á midnátt.
- Eg skal taka heilivág alt lívið, men væntandi er, at nýtslan kann minkast nakað, sum frálíður.
- At immunverjan er veik, ger, at eg eri í 50% størri vanda fyri at fáa krabbamein í húðini enn vanligt er, og tískil skal eg brúka sólkrem við faktor 50%.
Rólant sleppur heldur ikki at eta nakað sum helst rátt, tí tað økir um vandan fyri bakterium.
- Eg sleppi ikki at eta skerpikjøt, turran fisk, turra grind ella ein reyðan búff. Alt skal vera væl stokt ella væl kókað.
Stjørnufrukt og grapefrukt kann hann heldur ikki eta, tí tað mótvirkar heilivágin.
Rólant skal helst ikki hava sløg inn á bringuna, so læknarnir hava sagt við hann, at hann kann gloyma alt um at verða nevaleikari ella wrestlari, tá ið hann verður vaksin.
- Tað er til at liva við, tí tað hevði eg nú ikki ætlað mær kortini, sigur hann við einum skeivum smíli.
- Læknarnir hava eisini trúttað niður í hann, at hann má ikki fara at roykja.
Hann viðgongur, at hann hevur roykt, men tað er hann so hildin uppat við.
Hann heldur, at alt hetta er ein ógvuliga bíligur prísur at rinda fyri lívið.
- Annars kann eg liva eitt púra vanligt lív, so eg klagi ikki.

Hvílur í sær sjálvum
Hinvegin hevur Róland fingið grønt ljós frá læknum til at fáa sær eina kenning.
- Eg havi drukkið eitt sindur fyrr. Eg var sum nógvir aðrir ungdómar, gekk í býin og á festivalar og fekk mær kenning.
Men tað geri eg ikki longur, tí eg eri blivin trúgvandi, so eg havi fingið ein annan hugburð til rúsdrekka.
- Beint áðrenn eg fór niður á Ríkissjúkrahúsið læt eg meg doypa í Betesta.
- Men serliga eftir at eg kom heim aftur eftir skurðviðgerðina, gekk eg í býin við vinmonnum, og tað var spennandi at royna ymiskt, so eg fylgdi við og í tí sambandi drakk eg onkuntíð.
Men trúgvandi vinfólk og systkin fingið hann á aðrar tankar.
- Tá ið eg lat meg doypa, gjørdi eg samstundis av at leggja alt í Harrans hendur og at seta mítt álit á hann. Tað gav mær ein frið, sum gjørdi, at eg var ongantíð bangin fyri tí, sum skuldi henda.
- Onkuntíð var eg eitt sindur nervøsur, men ongantíð bangin.
Hann sigur, at tað hjálpti sær ómetaliga væl at vita, at nógv fólk vóru í forbøn fyri sær.
- Tað varð biðið fyri mær heilt úr Klaksvík til India, og tað merkti eg ómetaliga væl, tí tað fall ein slíkur friður á meg, sigur Rólant.
- Tað hjálpti eisini væl, at øll vóru alla tíðina opin og greiddi mær væl frá tí, sum henda skuldi.
- Sjálvandi kom tað sum ein hvøkkur, tá ið fekk at vita, at mín einasti møguleiki var at fáa eitt nýtt hjarta. Tað var hart at fáa at vita, men talan var ikki um nakran beinleiðis skelk, tí eg hvíldi rættiliga væl í mær sjálvum, og eg var væl fyrireikaður upp á tað. Og eg ivaðist ikki eitt sekund í at taka av tilboðnum.
Hann hevur heldur ongantíð verið í nakrari sálarligari kreppu, sum so mong onnur koma í, sum koma í eini slíkari sermerka støðu, at tey skulu hava eitt nýtt hjarta.
Hann sigur, at hóast hann var doyptur í Betesda, gongur hann eisini í Kelduna, og hann hevur eisini staðið gubbi.
- Eg gangi ikki so høgt upp í, hvar eg eri á møti, leggur hann afturat.

Nú er tað mítt hjarta
- Rólant sigur, at nú gleðist hann um tað nýggja lívið, hann hevur fingið.
- Eg fylli 2. mars, so tá halda vit føðingardag, Men 5. november er eisini ein heilt serligur dagur, tí tá fekk eg lívið einaferð afturat, so tann dagin halda vit eisini.
Hugsar tú nakrantíð um at tú hevur eitt fremmant hjarta í tær?
- Kanska eg gjørdi tað í fyrstuni. Hetta er ikki hjartað, sum mamma mín bar í móðurlívi. Men nú er tað bara mítt hjarta.
Tað er ógvuliga stórt at hugsa um, at eitt menniskja hevur latið lív og faktiskt er deytt fyri meg.
- Eitt menniskja hevur latið lív, og tey avvarðandi hava játtað, at hjartað kundi brúkast til at geva lív, og tað var so eg, sum fekk tað.
Og Rólant hevur eisini gjørt av, hvat hann skal brúka lívið til.
Hann hevur altíð havt áhuga fyri sjónleiki. Stóð á palli fyri trimum árum síðani. Tað var í einum barnaleiki, og hevur hann síðani verið við í fleiri leikum um happing og annað.
- Nú fari eg í 10. Flokk, og kanska fari eg á miðnámsskúla eisini.
Men í øllum førum er tað greitt, at Rólant ætlar sær at læra til sjónleikara.
- Øll fara altíð til Danmarkar, men eg kundi hugsa mær at roynt okkurt nýtt og farið til Íslands, Finlands, Noregs ella Svøríkis at lært til sjónleikara.

Rólant á fløgu
Skjótt verður Rólant eisini aktuellur á fløgu.
Lisa Frederiksberg varð so hugtikin av mínari søgu, at hon helt, at onkur átti at skriva ein sang um meg. Eg havi eitt systkinabarn, sum eitur Annbritt Lamhauge, og sum dugir væl at skriva sangir. Hon er í ferð við ein sang um meg á enskum, sum Lisa Frederiksberg fer at syngja. Tað liggur eisini í kortunum, at Steintór Rasmussen og eg skulu skriva ein sang um meg á føroyskum. Hetta er nokk so stuttligt, og tað eri eg nokk so spentur upp á, sigur Rólant Reginsson Biskopstø.