- Eg stúri ikki fyri tiltøkum

Jacob Vestergaard, formaður í uttanlandsnevnd løgtingsins, heldur ikki, at føroyingar skulu óttast tey tiltøk, sum nú standa á skrá hjá ES-nevndini. - Eg meti ikki, at hesi tiltøk fara at nerva føroyska vinnu nevnivert. Tí eiga vit eisini at halda fast við okkara støðu, sigur hann

Stúrir uttanlandsnevnd løgtingsins ikki fyri avleiðingum, nú ES er í holt við at seta í verk revsitiltøk móti Føroyum og Íslandi?
Henda spurning hevur Sosialurin sett Jacobi Vestergaard, formanni í nevndini.
- Tað hevur verið nógv tos um møgulig revsitiltøk, men tað mesta hevur verið partapolitiskt tos niðri á Fólkatingi og í miðlunum í Føroyum um, hvat danskir ráðharrar og danska stjórnin kunnu taka støðu til. Eg haldi, at hetta er púra burturvið. Danmark er partur av tí stóra ES-kervinum og hevur ivaleyst pinkalítla ávirkan á, hvat gongur fyri seg har – eisini, tá ræður um møgulig revsitiltøk móti Føroyum.

Eingin ótti
Jacob Vestergaard heldur ikki, at føroyingar skulu óttast tey tiltøk, sum nú standa á skrá hjá ES-nevndini.
- Eg meti ikki, at hesi tiltøk fara at nerva føroyska vinnu nevnivert. Tí eiga vit eisini at halda fast við okkara støðu og framhaldandi uppbyggja okkara grundgevingar og soleiðis gera okkara støðu uppaftur sterkari í makrelspurninginum og býtinum.
Og formaðurin í uttanlandsnevndini leggur avgjørdur aftrat:
- Nei, vit skulu halda fram. Vit hava allan rættin á okkara síðu. Eingin ivi er um, at vit hava eina góða sak, og henni skulu vit fylgja til endan.
Um eingin avtala verður millum standalondini í ár um býtið av heildarkvotuni av makreli, verður heldur eingin fiskiveiðisáttmáli við ES og Noreg. Er uttanandsnevndin til reiðar at ofra hesar sáttmálar fyri makrelin?
- Nú hevur uttanlandsnevndin ikki viðgjørt hetta so ítøkiliga, og tí skal eg ikki taka alla uttanlandsnevndina fyri at siga nakað um hetta mál. Hinvegin trúgvi eg, at tað skal vera løgið, um uttanlandsnevndin ikki heldur fast. Tær avleiðingar, sum eru við ongum sáttmála við ES og Noreg, eru avleiðingar, sum vit kenna, og hetta eru avleiðingar, sum vit hava liva við í eina tíð – og sum vit klára at liva við.

Tjóðarrættur
Jacob Vestergaard leggur dent á, at Føroyar hava rættin til tann fisk, sum svimur í okkara sjógvi.
- Vit berjast fyri okkara tjóðarrættindum – einki minni enn tað. Tí er tað burtur við og heilt undarligt, at ES og Noreg taka slík stig. Hetta er óhoyrt í altjóða samanhangi. Men hetta eru viðurskifti, sum vit hava klárað at livað við, og sum vit framhaldandi fara at klára at liva við, sigur Jacob Vestergaard, sum leggur aftrat, at útgangsstøðið hjá Føroyum er, at vit laga okkara vinnu eftir tí fiski, sum er í føroyskum sjógvi, og tað er í fyrsta lagi hetta, sum vit mugu berjast fyri – nevniliga at fáa okkara rættvísa part av teimum ferðandi fiskastovnunum og soleiðis eisini makrelinum.