Eg standa við tað sum eg havi gjørt

? Vit høvdu eina avtalu við sjúkrasystrarnar um, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum skuldi mannast við sjúkrasystrum og læknum á jøvnum føti

? Eg havi onki ímóti at standa við tað, sum vit hava gjørt.

? Og at vit gjørdu eina avtalu við sjúkrasystrarnar um leiðsluviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum, tað skerst ikki burtur.

August Wang, fyrrverandi formaður í serlæknafelagnum í Føroyum vil ikki leggja seg út í ósemjuna, sum nú aftur hevur tikið seg upp um leiðsluviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum.

Hann vil tí heldur ikki siga nakað um, hvør leiðsluskipan, hann heldur vera tað bestu á Landssjúkrahúsinum.

?Nú eru nýggj fólk komin framat. Og tað er neyðugt, at tey fáa tað neyðuga rásarrúmið at arbeiða við málinum, uttan at vit, sum ikki eru uppi í longur, leggja okkum úti tað

Men hann hevur onki ímóti at standa við tað, sum hendi ímeðan hann var formaður í serlæknafelagnum.

Og hann leggur afturat, at sostatt stendur hann eisini fast við, at tað varð ein avtala gjørd ímillum sjúkrasystrarnar og serlæknafelagið um leiðsluviðurskiftini.


Hótta við verkfalli

Ósemja hevur aftur tikið seg upp um leiðsluviðurskiftini á Landssjúrkahúsinum, eftir at sjúkrahúsleiðarin, Jákup Mørkøre, í farnu viku kunngjørdi ein nýggjan leiðslubygnað fyri starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum.

Kjarnin í bygnaðinum er, at talan verður um eina einstreingjað leiðslu.

Tvs, at tað er ein lækni, sum einsamallur kemur at hava endaligu ábyrgdina.

Hetta hevur fingið sjúkrasystrarnar at hótta við verkfalli.

Tær leggja ovurhonds stóran dent á, at talan verður um eina tvístreingjaða leiðslu.

Tvs, at sjúkrasystrar skulu verða umboðarar í ovastu leiðsluni á jøvnum føti við læknarnar.

Tær føra fram, at hetta er ein avtala ímillum serlæknarnar og sjúkrasystrarnar.

Hinvegin førir Jóan Petur Davidsen, sum nú er formaður í serlæknafelagnum, fram, at talan er ikki um nakra avtalu og at hann ongantíð hevur viðurkent, at talan nakrantíð hevur verið talan um eina avtalu.

Hann sigur eisini føroyska serlæknafelagið heilt einfalt ikki hevur heimild at gera avtalur fyri limirnar.

? Tí føroyska felagið er ein undirdeild av danska felagnum og tað er bara tað danska móðurfelagið, sum hevur heimild at gera avtalur.

Hann ásannaði, at serlæknarnir sótu í einum arbeiðsbólki, sum viðgjørdi málið, men at tað einasta, sum kom burturúr, var, at ein sjúkrahúsleiðari varð settur.

Tí hava vit vent okkum til August Wang, sum var formaður í serlæknafelagnum í 1997, tá ið sagt verður, at hendan avalan varð gjørd.

Vit spurdu hann, sum nøkur avtala yvirhøvur varð gjørd tá.

Og vit spurdu hann eisini um felagið yvirhøvur hevði heimild at gera nakra avtalu, ella um hann hevði sitið í einum arbeiðsbólki og viðgjørt málið, hóast hann ikki hevði heimild til tað.


Tað var ein avtala

August Wang leggur dent á, at hann vil ikki leggja seg út í kjakið, sum nú er, fyri ikki at gera tað uppaftur fløktari, enn tað longu er.

Men hann sigur, at hann hevur onki ímóti at standa við tað, sum hendi í hansara formanstíð.

Og hann sigur, at tað er greitt, at talan er um eina avtalu ímillum serlæknafelagið og Sjúkrasystrarnar um, hvussu leiðslubygnaðurin á Landssjúkrahúsinum skuldi vera.

? Hendan avtalan varð latin landsstýrinum sum eitt uppskot frá báðum feløgunum um framtíðar leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum.

Sostatt var ikki talan um eina avtalu við Landsstýrið. Talan var um eina semju ímillum sjúkrasystrarnar og serlæknarnar og hendan semjan varð latin Landsstýrinum sum uppskot frá báðum feløgunum um leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum.

Hetta uppskotið skuldi sendast til hoyringar hjá ymsum fakfeløgum og bólkum á Landssjúkrahúsinum.

August Wang sigur, at hann hevði væntað, at Landsstýrið fór at gera eitt uppskot til leiðslubygnað við støði í semjuni millum sjúkrasystrnarnar og serlæknarnar.

? Men tað hendi ikki. Ístaðin varð tað sent til hoyringar sum eitt uppskot frá sjúkrasystrunum og serlæknunum.

? Men í okkara uppskotið, sum varð sent til hoyringar, vórðu onkrar orðingar kortini broyttar.

? Og tað haldi eg var løgið, eftir sum landsstýrið framvegis legði tað fram sum okkara uppskot og ikki sum landsstýrisins uppskot.

? Nógvar ymsar viðmerkingar vóru til uppskotið.

? Men á fundi við landsstýrið varð upplýst, at eitt, ið gekk sum ein reyður tráður ígjøgnum øll sjónarmiðini, var, at ein sjúkrahúsleiðari skuldi setast.


Vildu tryggja seg

August Wang segði, at meiri hendi ikki í hansara tíð, sum formaður í serlæknafelagnum.

Hann veit tí onki um, hvørja lagnu, bygnaðarbroytingarnar fingu í landsstýrinum.

Annars leggur August Wang aftuat, at leiðslubygnaðir er vanliga nakað, sum landsins myndugleikar gera, og ikki nakað, sum tað verður samráðst við fakfeløg um.

? Men tað, sum Landsstýrið vildi tryggja sær, er, at leiðslubygnaðurin hevur undirtøku, bæði yvirhøvur, og hjá teimum fólkum, sum setast í hendan leiðslubygnaðin.

? Men tá ið leiðslan so verður mannað, kann tað saktans verða neyðugt við samráðingum um innihaldið í starvinum og um heimildir og skyldir.


Tvístreingjaða leiðslu

August Wang sigur, at avtalan ímillum serlæknarnar og sjúkrasystrafelagnum var, at tað skuldi vera ein tvístreingjað leiðsla á Landssjúkrahúsinum við sjúkrasystrum og læknum í ovastu leiðsluni á jøvnum føti.

? Men samstundis var ein nágreinilig lýsing gjørd á ábyrgdini og skyldum hjá teimum ymsu fólkunum í leiðsluni.

August Wang sigur, at eftir teirra meting høvdu føroysku serlæknarnir heimild at gera hesa avtaluna við sjúkrasystrarnar.

? Vit høvdu støðugt samband við danska læknafelagið.

Men tá ið talan er um føroysk viðurskifti, leggja teir seg sjálvdan útí samráðingar, so leingi tær eru á politiskum støði.

? August Wang dugir tó ikki at siga, um danska læknafelagið hevði góðtikið hendan leiðslubygnaðin, sum sjúkrasystrarnar og serlæknarnir høvdu avtalað um eina tvístreingjaða leiðslu.

Men hann vísir á, at hetta er ein leiðsluskipan, sum hevur verið brúkt og góðtikin í Danmark.

? Tá ið tann tvístreingjaða leiðslan varð skipað í Danmark, skapti tað frið á sjúkrahúsinum.

? Og tann friðurin hevur so ført til, at nógv sjúkrahús síðani eru farin yvir til einstreingjaða leiðslu, uttan at tað hevur elvt til stríð ella ósemjur.

August Wang sigur, at í longdini eru tað nógv greiðari við teirri einstreingjaði leiðsluni.

? Men eg sá eisini tað tvístreingjaða leiðsluna sum ein liður í eini gongd - eini menning frá teirri gomlu skipanina til eina nýggja skipan, sigur August Wang.