- Eg standi við hvørt orð

- Eg standi við hvørt orð, eg segði á tíðindafundinum í Skálavík, sigur Poul Jákup Thomsen, sum rýmdi av fundinum.

 

 

Á tíðindafundinum, sum var í Skálavík mánadagin, har áhugabólkurin legði fram nýggju ætlaninar við deplinum í Skálavík, vísti Poul Jákup Thomsen, sum býr í Skálavík, sína stóru ónøgd við, at hotellvirksemið í bygdini nú heldur uppat.

Hann segði bart út, at Grunnurin Immanuel við fyriliggjandi ætlan svíkur tað, sum Eiler Jacobsen, sáli, setti í verk. Hann vísti á ta stóru gleði, sum fólk í Skálavík og Sandoynni sum heild hava fingið av “dinarinum”, sum Eiler Jacobsen setti við deplinum, men við fyriliggjandi ætlan kenna fólk í Skálavík seg nú lumpaði, sum hann tók til.

- Nú verður “dinarurin” grivin niður, legði hann aftrat.

Hjørdis Háberg Petersen segði, at Grunnurin Immanuel ikki vil hava sitandi á sær, at tey hava saboterað nakað, og hon vísti eisini á, at hotellvirksemi sambært Smyril Line bar seg ikki.

Beinta Háberg Jacobsen tók eisini orðið, og hon helt fyri, at neyvan kendi nakar Eiler Jacobsen betri enn hon sjálv.

- Tað andaliga var alla tíðina við hjá Eileri - eisini, tá hann byrjaði at tosa um at bera nakað aftur til Skálavíkar. Vit eru farin ein langan umveg, men hetta er ein spennandi verkætlan, sum nú fyriliggur, helt Beinta Háberg Jacobsen fyri.

##med2##

In.fo hevur vent sær aftur til Poul Jákup Thomsen, og hann sigur seg standa við hvørt orð, hann segði á tíðindafundinum.

- Tað hava fleiri ringt til mín og sagt, at tey eru samd við mær í tí, eg segði, sigur Poul Jákup Thomsen, sum rýmdi av tíðindafundinum, tá hann helt, at tey, sum standa aftan fyri Grunnin Immanuel, ikki tímdu at hoyra hansara meining.

Poul Jákup Thomsen heldur, at hotellvirksemið, sum hevur verið í Skálavík hesi árini, er ein sólskinssøga, bæði fyri Skálavík, Sandoynna og allar Føroyar, og tí harmast hann almikið um, at hetta nú heldur uppat.