2. Hvat er tað ringasta við tínum starvi sum samskipari hjá Samtak?
Tað ringasta er, tá ið tú talar fyri eini góðari søk, men ikki fær sannført politiska myndugleikan um at broyta tær avgerðir, sum ætlanin er at fremja. Hóast tað rakar menniskju, sum als ikki hava hetta uppiborið.
3. Hvat er tað besta?
Tað besta er at uppliva, at tú onkuntíð ger ein mun fyri fólk.
4. Er politiski myndugleikin ein viðleikari ella ein mótleikari?
Politiski myndugleikin er bæði við- og mótleikari. Fleiri framstig hava verið á arbeiðsmarknaðinum seinastu árini, og eg vænti, at okkurt frambrot verður afturat, áðrenn hendan tingsetan er av. Nú tíðirnar gerast verri, er politiska mótspælið tó munandi økt, og tað rakar hart hjá ávísum bólkum kring alt landið.
5. Um tú slapp at vera fíggjarmálaráðharri og løgmaður í senn, hvussu hevði figgjarlógin fyri 2010 so sæð út?
Onkur ráð og øki høvdu verið spard 100% burtur, meðan almannaøkið hevði verið uppraðfest. Eisini høvdu vit sett meiri av til at útbúgva føroyingar – vit hava tørv á, at møguleiki er at taka fleiri útbúgvingar her á landi. Ein hin fyrsta útbúgvingin, sum eg hevði sett á stovn, var sosialráðgevaraútbúgvingin. Eisini er neyðugt at gera eina skipan fyri førleikamenning av teimum, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, ella sum eru farin ella eru á veg út av arbeiðsmarknaðinum.
6. Hvat er absolutt størsti brølarin, sum tú hevur gjørt?
Tað tori eg ikki at siga her.
7. Hvør dreymur skal realiserast í nærmastu framtíð?
Eg fari at keypa mær eitt nýtt Nintendo Wii spæl ?
8. Hvat er tað besta hugskotið, tú nakrantíð hevur fingið?
Eg rokni ikki við, at tað er komið enn. Vit hava øll okkara løtur.
9. Hvat er títt motto?
Eg havi onki motto.
10. Hvat er størsta frambrotið í nýggjari føroyskari søgu?
Vit bíða spent eftir størsta frambrotinum.
11. Hvør er størsta katastrofan í nýggjari føroyskari søgu?
Kreppan í nítiárunum og allar tær menniskjansligu lagnurnar, ið framvegis bløða av avleiðingunum. Samfelagsliga merkja vit enn avleiðingarnar av kreppuni.
12. Hvat hevur lívið fyrst og fremst lært teg?
At njóta gerandisdagin og vera jalig.
14. Hvør er tín størsta styrki?
Tvørskapur og treiskni.
15. Er tað gott at vera til?
Tað er avgjørt betri enn alternativið.
16. Um tú slapp at velja, nær í søguni tú bleiv fødd, hvar tú bleiv fødd og við hvørjum genetiskum eginleikum, hvat hevði tú so valt?
Sum Eva á tíðarinnar morgni. So hevði eg gjørt okkurt øðrvísi.