- Eg stuðli Poul Michelsen!

Kaj Leo Holm Johannesen heldur kortini, at landsstýrismaðurin skuldi verið við á ráðstevnuni í Keypmannahavn og ført fram okkara sjónarmið.

Líkt er ikki til, at formaður Sambandsfloksins, Bárður Nielsen og floksfelagi hansara og fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, eru samdir um rættleikan við avtaluna, sum Poul Michelsen, landsstýrismanni, hevur undirskrivað í útnorði.

 

- Eg eri sambandsmaður, og eg stuðli Poul Michelsen í tí avtalu, sum hann hevur gjørt í útnorðurráðnum. Tað skal eingin danskur uttanríkisráðharri ógilda eina avtalu, sum landsstýrismaðurin hevur gjørt við Ísland og Grønland.

 

Tað sigur fyrrverandi løgmaður og sambandsløgtingslimurin, Kaj Leo Holm Johannesen, á sínari Facebook-síðu í kvøld. Hann heldur, at máti skal vera við undirbrotligheit, um vit góðtaka sovorðna framferð.

 

- Men, eg haldi, at landsstýrismaðurin skuldi verið á ráðstevnuni í Keypmannahavn og ført fram okkara sjónarmið, sigur fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen í kvøld.