"Eg trúgvi á fyrigeving syndanna"

(Úr triðju trúargrein)

 

Eftir John S. Myllhamar, Sandavág

Eldri ein trúgvandi kristin gerst, størri gerst fyri honum at trúgva á fyrigeving syndanna dag eftir dag. Alt í lívi hins kristna er treytað av tí, bæði sigursríka stríðið móti syndini, innari vøksturin í náðini, hin sjálvbodna tænastan fyri Guð og heilaga tøkkin í hjartanum. Heilagi andin skapar játtan av syndini.

Men tað eru eisini tey, ið ikki syrgja yvir synd sína, men bara yvir fylgjurnar av henni. Og tað nýtist menniskja onga hjálp frá hinum heilaga anda fyri at gera. Káin, hin fyrsti manndráparin, syrgdi sáran. Hendan sorg dreiv hann enntá til Guð. Og tá ið hann stóð fyri ásjón Harrans, segði hann: "Misgerð mín er mær ov tung at bera"...

Hetta kundi tykjast vera ein djúp og álvarsom syndajáttan. Men tað var langt ífrá tilfeldið. Káin syrgdi sáran. Tó ikki yvir synd sína, men yvir sváru fylgjurnar av syndini fyri hann. Káin vendi sær til Guð. Kortini ikki fyri at gera upp við Guð sína ræðuligu synd, men fyri at fáa verju fyri fylgjunum av syndini. Og tá ið hann av tí náðiríka Guði hevði fingið hesa verju, "fór hann burtur frá ásjón Harrans og settist niður í landinum Nod", ið merkir flýggjan. Soleiðis syrgja allir eftirkomarar Káins yvir synd sína.

Øðrvísi við tí iðrandi synduga menniskjanum, sum ikki flýggjar frá, men til - fram fyri Guðs ásjón og biður um fyrigeving syndanna og fær at vita frá honum, at allar syndir tínar eru tær fyrigivnar, alt er gjørt upp, syndir tínar eru útstrikaðar, tú er barn mítt. Amen!