Eg átti mær ein grønan bil........

Eg havi sæð ljósið. Jú. Eg lúgvi ikki. Eg havi sett grøna bil. Tími ikki longur alt hatta stríðið við at leita eftir parkerinsgplássi, sum ongantíð er har, tá mær tørvar tað.

Tími ikki longur at standa í kilometurlangari bíðirøð við ljóskurvarnar. Tími ikki longur at standa við vegamót og noyðast at fara til høgru, sjálvt um eg skuldi til vinstru, tí eingin bilur av teimum fleiri hundrað, sum koyra framvið, hugsar um meg og mínar pínslufelagar í okkara Nissan, Toyota, Fiat, Mazda og onkrum hissini Biiii Emmm Dobbeljúúú, sum standa so forfjónaðir og skikkiligir saman við mær í røðini og bíða og bíða. Tími ikki at skava kavan burtur av rútunum um morgnarnar. Tími heldur ikki at hugsa um at skifta dekk, tá tey skulu skiftast. Og ikki um at tala, tá grøni liturin gerst gruggut-brúnligur og "dýrið" skal vaskast.
Tími so yvirhøvur ikki at gjalda vegskatt, bensin, kølaravesku (haldi eg, at tað eitur) og alt hitt, tit vita, sum hevur við bilin at gera. Nei. Nú er liðugt. Ikki fyri tað. Eg skal ikki gera meg betri enn eg eri. Fari eg í svimjingarhylin ein leygarmorgun við morgunhári og øðrum góðum, koyri eg. Minni mest um fjørutrøllið hjá Zakaris, so tá er best at brúka grøna bil. Tað man vera tað tryggasta. Fyri hini! Vil ikki geva nøkrum bilførara sín lívs skelk í dimmalættingini. Tað hevði verið øgiligt, um onkur lá eftirá vegna mítt sjáldsama morgunlook.
Taki so hjartaliga synd í foreldrunum sum, um morgnarnar, noyðast at koyra børnini í vøggustovu, barnagarð og skúla, nú ferðslan er økt so heilt øgiligt seinnu árini. Børnini ótolnast, babba gerst strongdur, og mamma situr samanbitin og ynskir allar hinar bilarnar niður og norð. Keðilig byrjan á degnum.
Um vit "hálvgomlu", sum ikki hava børn at koyra um morgnarnar, settu bilin ein dag um vikuna, var betri pláss á vegunum, færri fingu strongd, fleiri fingu ein heilsugóðan gongutúr, vit spardu pening, skatturin hevði minkað, tí heilsuverkið fær minni at gera, og eitt veldugt pluss afturat: Vit høvdu dálkað minni, og tað hevði frøtt okkum og Eyðun. Ein ordans dominoeffekt av tí positiva slagnum. Og tað er gott, vildi eg mett. Og ímynda tær fongin bæði so og so, um vit gjørdu hetta tvær ferðir um vikuna.
Frá Bileftirlitinum frættist, at í Tórshavnar Kommunu eru 9.039 akfør, sum trilla javnt og samt kring býin. Her er alt frá prutlum til bussar. Av hesum eru 6.603 persónbilar. Ei undur í, at tað er trongligt. Giti, at í minsta lagi 5.000 bilar koyra í havnargøtum millum 8 og 9 á morgni. Fimmtúsund bilar, sum standa við ljóskurvar og vegamót og bíða; bilar, sum kosta uml. 120.000 kr. í meðal, sum tilsamans kosta EINA HÁLVA MILLIARD PLUSS HUNDRAÐ MILLIÓNIR, 600.000.000 kr. (her eru so nógv null, at eg mátti hava hjálp at telja tey). Og allir standa teir hvønn dag so fittir og tolnir, bilarnir, onkrir smædnari enn aðrir, uttanfyri arbeiðsplássini og á parkeringsøkjum í einum ordans fríluftsbanka, sum ongar rentur gevur, heldur tvørturímóti. Hetta er vælferðarsamfelag við lít....ella? At vit tíma.
Eg eri eisini ein vánaligur bilførari. Tími so øgiliga illa at konsentrera meg um júst tað at koyra og fari krúpandi avstað við 40 km. um tíman. Tankarnir eru alla aðrastaðni enn á vegnum. Skimist higar og hagar. Tað gav at bíta, tá eg og ein vinkona fóru ein túr norðureftir. Vit høvdu gjørt okkum út við alskyns góðum til matna ? ætlaðu at sessast við onkran áarløk, njóta Guds fríu náttúru, tølandi tutlið frá løkinum og fáa okkum ein góðan bita. Áðrenn eg visti av, var hon í ferð við at borðreiða við "útfluktsmatinum" á baksetrinum, tí sum hon segði: Við hetta lag verður myrkt, áðrenn vit koma vegin fram, so eg geri klárt á baksetrinum."
Og hvussu komi eg so vegin fram, spyrt tú? Jú. Eg gangi. Tú las rætt. Eg haldi endorfinuhoff tvær ferðir um dagin. Eg gerist "høg" av berum endorfinutreffi, so høg, at eg gloymi, at eg bara eri neyðars 167 cm. Deilig kensla og so er hon lóglig og ókeypis. Eg gangi til arbeiðis, og eg gangi enntá ein umveg heimaftur. Býttislig, ha?
Eg gangi út at vitja mammu, og eg gangi, tá eg skal onkrastaðni um kvøldarnar. Tað er deiligt at ganga og einki trongt! Gott tað sama kanska, tí var trongsul á gongubreytunum høvdu okkara kæru býráðslimir verið skjótir og kravt fortovsskatt.
Hitti ikki nógv á gongubreytini. Og tó. Onkrir "gongubreytarglottar" eru. Óla, mín kæra floksfelaga frá barnaárunum, hitti eg javnt og samt úti við Strond, tá eg gangi mín túr til arbeiðis. Hugsi, at eisini hann gongur fyri lívinum, og so man hann hava so nógv at hugsa um eisini. Formaður í figgjarnevndini og alt hattar har, tit vita.
Og so er tað Myrna. Hon er sum eitt fok. Gongur so støðugt sum stemplið í mjólkarbátinum Sigmundi, tá hann á sinni fór duffandi inn á Toftir. Hana hitti eg eisini onkuntíð, tá hon strýkur framvið við sjey míla ferð, so eg næstan ikki nái at síggja, at tað er hon. Myrna er eisini føst og fús í svimjingarhylinum, tó ikki við sama hársniði sum eg.
Hvat geri eg so, tá kavafannirnar liggja meturhøgar og Jan og tey bara síggja til, at vegirnir verða ruddaðir og gloyma okkum dylhøvd, sum gera nakað so púra ørligt sum at ganga, tí vit í roynd og veru elska at ganga? Jú. Eg havi funnið útav at brúka skølingar! Ja. Flenn tú bara. Teir gomlu vistu, hvat teir gjørdu, tá teir brúktu skølingar í hálu fjøruni og í bjørgunum. Smoyggi teir uttan yvir kondiskógvarnar, so tey fáu, sum síggja meg, hugsa, at nú hevur hon mestur verið og keypt sær einar nýggjar, ljósamorreyðar Nike hjá Thomas Dam. "Sollin" er enntá stiklabundin, so nú kann einki halda mær aftur. Hetta er genialt. Og so eri eg so deiliga fjálg um føturnar. Kanska ikki so elegant og yndislig, men hvat leggi eg í tað.
Tað er eisini nokkso kul at fara frá húsum um morgnarnar og spola fram við øllum stakkaladýrunum, sum standa og frysta, meðan tey skava kava av bilrútunum, meðan motorurin gongur í tómgongd! Tá tey hava skavað seg liðug, eri eg komin hálva leið. Og eg skal ikki skavast, gangi ongantíð í tómgongd, skal bara onkuntíð til eftirlit, skal ikki skifta dekk og missi ikki virði. Og.........so havi eg powerstýring. Stórt.
Ein av mínum kæru starvsfeløgum bar ótta fyri, at jólavætturin, sum var í SvF, hevði gloymt skølingarnar eftir á radiatorinum inni á vesinum. Eg skundaði mær at sissa hana og fortelja, at eg átti teir. Eyguni gjørdust sum tekoppar. "Tú?" Nú bar av. "Nú er hon gingin av vitinum," mutlaði hon fyri seg sjálva og rysti uppgevandi við høvdinum. "Gongur í skølingum. Hevur nakað hoyrt so skapt."
Kanska hevði tað verið eitt hugskot hjá Tórshavnar kommunu at flýggja út skølingar, tá kavin legst. So fáa vit runnar um summarið og skølingar um veturin. Ja. Ja. Hetta var bert eitt hugskot.
Men . . . eg má viðganga, at eg ikki brúki teir á veg heimaftur seinnapartar, nú dagarnir leingjast.. Tá er ljóst, og hóast alt eri eg eitt sindur forfeingilig. Rætt skal vera rætt. Tá eitur tað Adidas, so tað munar. Ná. Eg eri farin. Geri sum Dúgvan onkuntíð ger um Leirvíksfjørð. Fari eykatúr. Vit síggjast!