Hvussu er at fara uttanlands til svimjikappingar?
- Tá ið eg fari til kappingarnar uttanlands, fylgi eg einum planløgdum programmi, og tá eru ikki stundir til nógv annað enn kappingina. Eg upplivi altíð nógv fyri tað, men tað er ikki tað sama, sum at fara at ferðast og hava frí.
Plagar tú at fara uttanlands í feriu?
- Nei, tað er sera langt síðani, at eg var uttanlands og hevði frí, men nú verður tað. Síðst í juli fara eg og nakrar vinkonur til Kroatia at ferðast. Eg havi altíð sagt, at eg vildi onkrastaðni suðureftir, tá ið eg var liðugt við student, og tað er rættiliga spontant, at vit hava valt Kroatia. Eg veit bara ikki, um eg dugi at ferðast nú. Eg eri so von við, at alt er fastlagt, tá ið eg eri uttanlands, men nú verður alt frítt. Tað verður bara spennandi at sleppa at royna tað.
Upplivir tú nakað annað enn ítrótt, tá tú ert til svimjikappingar uttanlands?
- Tá ið eg eri til kappingar, so er tíðin ofta so avmarkað, at eg eri bara í svimjihøllini, so eg kenni nógvar svimjihølli kring um í Europa. Tað er eitt sindur øðrvísi, tá ið eg eri á venjingarlegu, tí tá plaga vit at seta ein hálvan dag av til at royna okkurt, fara í býin ella hyggja okkum um.
Tú hevur júst verið í Sheffield í Onglandi og kappast. Hvussu var tann býurin at vitja?
- Eg havi verið fleiri ferðir áður í Sheffield og kappast, so eg kenni meg aftur har. Men at verða í Onglandi er altíð í eitt sindur serligt, tí onglendingar hava sítt egna. Morgunmaturin, og so vendir alt eitt sindur øvugt. Aftur hesaferð bleiv eg við at fara inn í skeivari síðu í bussinum.
Seinni í ár fert tú til Suðurafrika at kappast. Hvat væntar tú tær av teirri ferðini?
- Tað er fyrstu ferð, at eg sleppi til eitt afrikanskt land, so eg eri sera spent til ferðina. Eg havi verið í Australia og Brasil, men eg mangli at sleppa til Afrika. Eg gleði meg sera nógv til hesa ferðina, og vónandi fer tað eisini at ganga væl í HM-kappingini.