Eg veit ikki um eg skal gráta ella flenna

Tað er fullkomilig burturvið og ábyrgdarleyst at byggja eitt parkeringspláss til bingjur frammanfyri Skansan

 

Tað er heilt burturvið og ábyrgdarleyst at byggja eina stóra bingjuhavn frammanfyri Skansan.

Tað heldur Marin Katrin Frýdal, býráðslimur í Havn

Hon sigur, at hon tekur undir við teimum sum vísa á, hvussu langt av leið hendan ætlanin er.

Hon vísir á, at málið hevur ikki fingið nakra serliga viðgerð í býráðnum.

 

- Einans tvær ferðir hevur málið verið fyri í býráðnum, og báðu ferðir setti eg uppskot fram um at koyra málið í nevnd, so tað kundi verða viðgjørt býarskipanarliga og tekniskt, við m.a. atliti til ferðslu, umhvørvi og náttúru, og at fáa viðgjørt tær ovurhonds stóru fíggjarligu avleiðingarnar.

 

Marin Katrina Frýdal sigur, at hon hevur eisini reist spurningin um tað er ein framtíðar tryggjað leið at blanda ferðafólkaflutning og farmaflutning saman.

 

- At hoyra borgarstjóran í ramasta álvara standa og siga, at ein av høvuðsorsøkunum til hesa útbyggingina av Havnini er fyri at fáa Skansan at taka seg betri út, tí fólk koma at síggja inn á og njóta hann frá sjóvarmálanum, fær meg at ivast í, um eg skal gráta ella flenna.

 

- Havnarútbyggingin hevur eittans endamál, sum er at økja um inntøkurnar hjá Tórshavnar havn og harvið kommununi. So kann borgarstjórin og restin av meirilutanum koma við øðrum páhaldnum, men tey eru ikki annað enn hjáputur fyri at fáa fólk at gloypa bitanum.

 

- Umframt at oyðileggja útsýnið frá Skansanum og skemma hetta vakra umhvørvið og søguliga stað, fer verkætlanin at økja munandi um larm og helst eisini dálking í økinum.

- Ætlanirnar við Skansabryggjuni eru ikki aðrar enn at fáa eitt konteynaraparkeringspláss, sum saktans kundi verið lagt aðrastaðni.

 

Hon vísir á, at ein kanning vísir útbyggingin fer at føra til eina øking í ferðsluni uppá heili 55%, har meginparturin verður tung ferðsla.

- Hvørki Hvítanesvegur ella Eystari Ringvegur eru gjørdir til hesa stóru og tungu ferðslu, ið skal forrenta hundraðtals-millióna lánið, sum ætlanin er at taka til Skansabryggjuna.

 

Les eisini: Oyðileggjandi útbyggingin við Skansan

 

- Hendan ætlanin er als ikki gjøgnumhugsað býarskipanarliga, og málið verður trumfað ígjøgnum, alt meðan kommunan liggur í fakligum stjórnarloysi, á býarskipanarøkinum og tekniska økinum, nú hesi týðandi størvini, sum ávikavist býararkitektur og tekniskur stjóri, hava verið ósett í longri tíð, sigur Marin Katrina Frýdal.

Ístaðin mælir hon til at samstarva við aðrar kommunur um eina havn fyri at fáa kostnaðin niður, og sostatt kappingarførið, so gott sum gjørligt.