- Eg vil doyggja fyri hvalirnar

– Eg eri til reiðar at lata lív, um tað er tað, sum skal til fyri at bjarga einum hvali frá grindadrápi. Og tað kann eins væl henda á hesi ferðini í Føroyum og aðrastaðni. Soleiðis sigur amerikanarin, Scott West, ið samskipar arbeiðið, sum fólkini frá Sea Shepherd felagsskapinum skulu gera í Føroyum næstu mánaðirnar í royndini at steðga grindadrápi.

Í Sosialinum í dag ber til at lesa eina longri samrøðu við Sea Shepherd samskiparan. 

– Tá eg fór við í felagsskapin, gjørdi eg tað lyftið, at meti eg tað verða neyðugt, so eri eg til reiðar at doygg ja fyri ein hval. Soleiðis er hugburðurin eisini hjá øllum hinum sjálvbodnu fólkunum, sum koma at vera í Føroyum næstu tíðina, tí kann eitt deyðsfall steðga grindadrápið, so halda vit, at tað er tað vert.

Orðini eigur tann 55 ára gamli Scott West, sum mánadagin kom til Føroya fyri at legg ja stóra átakið hjá Sea Shepard ímóti grinda­ drápi til rættis. Amerikan­ arin, sum er fyrrverandi løgreglumaður, er leiðari hjá teimum umleið 600 fólk­ unum, sum hetta summarið koma at vera í Føroyum, har tey fara at royna at steðga grindadrápi.

– Vit hava eina greiða ætlan fyri, hvussu vit skulu bera okkum at, um illa vil, og ein grind ger landgongd. Eg fari ikki at avdúka ta strategiina, men eg kann vissa tykkum um, at vit eru til reiðar at fara í fongsul og enntá lata lív, um tað merkir, at vit kunnu bjarga bara einum hvali út av teimum mongu, sum hvørja ferð verða dripnir, tá eitt grindadráp fer fram, sigur Scott West.

Tá Norrøna kom til Føroya mánamorgunin var Scott West og 13 onnur fólk frá Sea Shepherd við í ferðafólka­ hópinum. Tó so komu tey fyrstu sjálvbodnu fólkini, ið stuðla felagsskapinum, longu í farnu viku, og heilt fram til 1. oktober koma og fara enn fleiri sjálvboðin.

Les meira í Sosialinum.